Nýggj nevnd

By juni 10, 2015Á breddanum

Ergoterapeutfelagið hevði aðalfund 16. mai 2015, har 28 limir av 58 vóru samlaðir. Í nevndini stóðu Eina Andreasen og Vigdis Nolsøe fyri vali, meðan ein nevndarsessur hevur staðið tómur síðani síðsta aðalfund fyri tveimum árum síðani. Eina Andreasen og Vigdis Nolsøe vóru afturvaldar, meðan Durita Isaksen var nývald, so nú er nevndin fullmannað.

Nevndin hevur nú skipað seg, og sær soleiðis út:

Eina Andreasen, forkvinna

Turið Jacobsen, næstforkvinna

Carla Josenius, skrivari

Vigdis Nolsøe, nevndarlimur

Durita Isaksen, nevndarlimur

Í nevndini gleða vit okkum at fara til verka, og eru nógv mál at taka okkum av. Vit vilja framhaldandi arbeiða fyri at skapa góðar fortreytir hjá limunum fyri at útinna dygdargóða ergoterapi, borgarunum til gagns.

Eitt av aðalmálunum hjá ergoterapeutum er at gera tað møguligt hjá øllum borgarum at hava ein virknan gerandisdag og vera aktivir luttakarar í samfelagnum, hóast teir eru raktir av sjúku, breki ella øðrum forðingum. Hetta er ein menniskjarættur. Ergoterapeutfelagið vil gera vart við umstøður í samfelagnum, sum forða hesum.