Altjóða sálarheilsudagur

By oktober 10, 2014Á breddanum

Til altjóða sálarheilsudagin fyri einum ári síðani, hevði Ergoterapeutfelagið hetta lesarabrævið í bløðum og á portalum. Vit meta, at evnið er sera aktuelt enn:

Ein annar vegur……..

Nú vit nærkast 10. oktober, sum er Altjóða Psykiatridagur, kemur mær til hugs hendan sama dagin fyri einum ári síðani, tá ein ungur føroyingur valdi at taka sítt egna lív. 10. oktober minnir okkum á, hvussu viðbrekin vit sum menniskju eru, og hvussu viðbrekið lívið kann vera. Hetta eigur at seta tankar í gongd hjá okkum øllum, og ikki minst avvarðandi skipanum, um, hvussu vit sum samfelag kunnu hjálpa sálarliga viðbreknum og sjúkum fólkum. Vit mugu gera tað øðrvísi enn nú. Bæði so sjálvmorð kunnu fyribyrgjast, og so vit fáa hjálpt og stuðla sálarliga viðbreknum og sjúkum fólki til góða viðgerð og eitt gott lív.

Ein, sum kennir til truplu støðuna hjá fólki, ið eru sálarliga viðbrekin og sjúk, er fyrrverandi danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen, hvørs dóttir fyri tjúgu árum síðani tók lívið av sær. Frammanundan hevði dótturin verið sálarliga sjúk í fleiri ár og hevði tørv á hjálp frá avvarðandi skipanum m.a. psykiatriini. Poul Nyrup Rasmussen er í dag formaður í felagsskapinum “Det sociale netværk”, ið hevur til endamáls at betra um viðgerð og lívsumstøður hjá sálarliga viðkvæmum fólkum.

Poul Nyrup Rasmussen skrivaði 12.10.12 ein kronikk í dagblaðnum Politiken, sum fekk nógva umrøðu í Danmark. Høvuðsboðskapurin í hesum kronikki var, at psykiatriin hevði tørv á at verða gjølla endurskoðað. Ein av orsøkunum var, at skjalprógvan var komin um tvingsil og yvirmedisinering umframt um brádligan deyða hjá psykisk sjúkum fólki orsakað av ov nógvum og skeivum medisini. Í atfinningunum mótvegis donsku psykiatriini vísir Poul Nyrup Rasmussen á, at tørvur er á at hyggja kritiskt eftir mentanini í psykiatriini.

Ergoterapeutfelagið í Føroyum ynskir eisini, at vit hyggja kritiskt at okkara psykiatri og kanna aðrar vegir, ið eru vísindaliga skjalprógvaðir.

Trupulleikin við núverandi psykiatrimentanini

Hvør er hendan áðurnevnda serstaka “psykiatrimentanin”? Ein psykiatrisk deild er partur av sjúkrahúsverkinum, har tann grundleggjandi hugsunarhátturin er náttúruvísindaligur. Í tí náttúrvísindaligu tilgongdini hevur tann medisinska viðgerðin ein stóran leiklut. Tað vil siga, at ein sjúka er nakað, sum skal lekjast við medisini. Sjálvandi, kunnu vit siga! Ein sjúka skal eisini hava eitt heiti – tað vil siga eina diagnosu. Fyri at fáa eina diagnosu, skal tú hava nøkur ávís symptomir. Í tilgongdini er eitt stórt fokus á at finna og staðfesta hesi symptomini, tí diagnosan er so avgerðandi fyri, hvør viðgerðin er. Tað skilja vit væl, og sjálvandi skal psykiatriin ikki viðgera fólk í blindni. Men, sum mentanin og tilgongdin er nú, kann tað vera trupult at fremja aðrar arbeiðshættir til fulnar, sum krevja ein heilt annan hugsunarhátt, enn tann náttúruvísindaliga.

So hvørt sum tað er blivið meira vanligt at tosa opið um sálarligar sjúkur, hava fleiri fyrrverandi sjúklingar sett orð á, hvussu tey hava upplivað skipanina, og fleiri góðar bøkur finnast um hetta. Tey kunnu fortelja, hvussu tey upplivdu at blíva sædd bert sum ein diagnosa og ikki sum eitt menniskja við egnari serstøku lívssøgu. Og hvussu tað kendist ikki at verða hoyrd og ikki at verða tikin við í gongdini. Á hendan hátt mistu tey heilt tamarhaldið á egnari støðu. Tey kunnu eisini fortelja, hvussu tey á annan hátt komu víðari í lívinum, og í dag liva eitt gott og innihaldsríkt lív við millum øðrum góðari útbúgving.

Í teimum størru londunum kring okkum er nógv skjalprógvan at finna um omanfyrinevndu viðurskifti. Tíverri finnist tann vísindaliga lýsingin av psykiatrisku viðurskiftunum ikki í sama mun í Føroyum. Men tað er ikki orsøk til at halda, at viðurskiftini og mentanin innan psykiatrisku skipanina er øðrvísi her enn í okkara grannalondunum. Hetta kann eg eisini siga út frá, at eg sjálv havi arbeitt sum ergoterapeutur innan psykiatrisku skipanina í Føroyum í 12 ár.

Afturat hesum kemur, at Psykiatriski Depilin í 2008 byrjaði eina tilgongd við stórum broytingum í skipanini við støði í ynskinum um eina øðrvísi psykiatri. Hendan broyting er enn í gongd, og broytingar krevja nógva orku av starvsfólkunum. Tann drúgva broytingartíðin ávirkar arbeiðið við fólkum, sum frammanundan eru viðbrekin. Vit eru vitandi um, at nógv dugnalig starvsfólk við drúgvum royndum innan økið hava valt at fara úr skipanini, og hetta er alt annað enn gott fyri neyðugu menningina á økinum.

Hugsa heild og samanhang

Felagsskapurin Det Sociale Netværk og onnur feløg, ið arbeiða við at betra psykiatriina, vísa á aðrar vegir at ganga í viðgerðini av sálarliga viðbreknum fólkum. Vegir, sum hava støði í at møta menniskjanum “aftanfyri diagnosuna” í arbeiðinum við at lekja og/ella hjálpa teimum til at fáa og liva eitt so gott lív sum til ber. Dømir um aðrar vegir eru “Recovery, “Opin Dialogur” og “Tann narrativi hugsunarhátturin”.

Tilgongdin “Opin Dialogur” verður eisini nevnd “Laplandsmodellið”, har tað í Finlandi hevur ført við sær imponerandi skjalprógvaði úrslit, og ført til viðgerð av sálarliga sjúkum fólkum uttan heilivág. Maðurin handan modellið er sálarfrøðingurin Jaakko Seikkula. Arbeiðshátturin verður m.a. Dietreadetekwu . eisini nýttur á ávísum støðum í Danmark við góðum skjalprógvaðum úrsliti.

Í august í ár var Ergoterapeutfelagið til “Nordisk Forum” í Danmark, har øll Ergoterapeutfeløgini í Norðurlondum møttust um evnið psykiatri, og har sjúklinga- og avvarðandifeløg vóru boðin við at fortelja okkum um teirra tankar og ynskir. Niðurstøðan her var júst tann sama, sum kemur fram í kronikkinum hjá Poul Nyrup Rasmussen, og sum Det Sociale Netværk roynir at fáa sett inn.

Felags fyri omanfyrinevndu arbeiðshættir er, at virðing er fyri, at einstaka fólkið verður sætt sum serfrøðingur í egnum lívi. Hetta merkir, at tey verða hoyrd og hava ávirkan á gongdina í at koma fyri seg aftur. Umframt hetta er meira fokus á lívssøgu og umhvørvi , og á hvørjir samanhangir eru at síggja í hesum í sambandi við sjúku og symptomir. Netverkið hjá tí einstaka verður eisini tikið við í arbeiðið, og her verður ikki einans hugsað um familjuna. Út frá hesum verða mál sett fyri viðgerðini/gongdini, sum eru snikkaði til tann einstaka.

Hetta seinasta árið hevur verið nógv at hoyrt í Føroyum um Fountain House, sum er eitt arbeiðsrættað tilboð til sálarliga viðkvom og sjúk fólk, sum m.a. eftir eina innlegging hava tørv á at fáa ein góðan og innihaldsríkan gerandisdag. Meginreglurnar í Fountain House-hugtakinum hanga væl saman við omanfyrinevndu arbeiðshættum. Sama ger seg galdandi við rehabilitering, ið eisini er eitt hugtak, sum verður nýtt í psykiatriini eins og innan tær almennu skipaninar í dag.

Ergoterapeutfelagið ynskir ein annan veg

Ergoterapeutfelagið tekur undir við sjónarmiðunum í omanfyrinevnda kronikki hjá Nyrup Rasmussen og við tí niðurstøðu norðulendsku ergoterapeutfeløgini komu fram til á Nordisk Forum í august. Eisini vit ynskja ein annan veg.

Vit ynskja eina psykiatri her í Føroyum, har heild og samanhangur er í tilgongdini og viðgerðini, og har virðingin fyri tí einstaka og teimum avvarðandi altíð er til staðar og ongantíð verður løgd til síðis.

Vit ynskja eisini, at øll starvsfólk innan psykiatriina eru tilvitaði um tann etiska partin í arbeiðinum. Tá tú arbeiðir á psykiatrisku deild, fært tú við tínum starvi tillutað stórt vald. Hetta valdið má handfarast við eyðmýkt, so vit øll trygt kunnu taka ímóti einum psykiatriskum tilboði, um so verður, at okkum tørvar tað.

Hetta kann vera eitt av boðunum uppá, hvussu hond verður tikin um tað menniskja, sum við sálarligum viðbrekni kann vera í vanda fyri at taka lívið av sær. Tá verður ikki einans hugsað um psykiatriina, men eisini ta almennu skipanina sum heild, har hesi menniskju verða møtt.

 

Eina Andreasen, forkvinna

Ergoterapeutfelagið