Hoyringsskriv til “Uppskot til broyting í forsorgarlógini (ásetingar um endurvenjing)”

By maj 14, 2015Á breddanum

Viðmerkingar til “Uppskot til broyting í løgtingslóg í forsorgarlógini (ásetingar um endurvenjing)

Ergoterapeutfelagið gjørdi 22.03.2015 fylgjandi hoyringssvar til omanfyristandandi uppskot um løgtingslóg. Hetta er linkið til uppskotið: http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=4&committeeId=0&caseNormal.id=2570

Viðmerkingar til “Uppskot til broyting í løgtingslóg í forsorgarlógini (ásetingar um endurvenjing)

1) Í “Almennar viðmerkingar” eru fleiri hugtøk nýtt, sum er neyðug at allýsa fyri at ein til fulnar kann skilja innihaldi í lógaruppskotinum.

  • “…at menna og stuðla borgarinum til størri sjálvbjargni og við tí størri sjálvsavgerðarrætt”.

            “…at gerast meiri sjálvstøðug og virkin í heima- og frítíðarlívi”.

Sjálvbjargni, sjálvsavgerðarrætt og sjálvstøðug í hvønn mun?

  •  Hugtøkini “endurvenjing”, “fyribyrgjandi venjing” og “viðlíkahaldsvenjing”.

Hesi hugtøk eru ov illa lýst í viðmerkingunum. Tørvur er at gera greiðar allýsingar um hvat endurvenjing er – skal borgarin endurvenjast til sama førleika sum áður ella partvís? Eru hjálpitól og tillagingar ein partur av hugtakinum? Tað stendur t.d. venja aftur mistar førleikar og/ella geva honum amboð til at stuðla undir mistan førleika”.

Hóast fyribyrgjandi venjing og viðlíkahaldandi venjing ikki eru partur av hesum lógaruppskotinum, er neyðugt at allýsa hesi hugtøk fyri at skilja hvar tey standa í mun til endurvenjingina, ið verður lýst.

2) Ergoterapeutfelagið metir, at bólkurin av fólki sum endurvenjing fevnir um í Almannaverkinum er ov ógreiður. Við verandi orðing kunnu sera nógvir bólkar vera fevndir av hesum tilboðnum, eisini tey sum í veruleikanum hava tørv á fyribyrgjandi ella viðlíkahaldandi venjing. Vit meta tað er neyðugt at lýsa málbólkin nágreiniliga.

3) Nevnt verður at markamót millum Heilsuverk og Almannaverk verður nærri lýst í kunngerð §29, stk. 3. Einki verður nevnt um at kunngerða markamót millum Almannaverk og kommunala endurvenjing, hetta er undrunarvert.

Undir “Serligar viðmerkingar” leggja tit upp til at útgangsstøði verður tikið í tilmælinum sum arbeiðsbólkur hevur gjørt um markamót millum land og kommunur, tá ið reglar og treytir skulu ásetast. Um talan er um at kunngerða markamóti millum land og kommunur, vóna vit at hetta tilmæli er dagført síðan at økisterapeutarnir fóru út til kommunurnar saman við eldraøkinum tann 1. januar 2015. Hugsast kann at tey møguliga viljað skipa seg á nýggjum, og tá vil hetta tilmæli ikki vera samsvarandi.

Tit skriva at tað er umráðandi, at samstarva við kommunur og Heilsuverk fyri at tryggja, at borgarar ikki detta niðurímillum skipanirnar og tryggja, at borgarin fær eina samskipaða og skynsama endurvenjing tvørtur um stovnar, og hetta eru vit samd í er sera týdningarmikið.

4) Tit siga í “Almennar viðmerkingar” at tað eru ymiskir fakbólkar, sum veita endurvenjing. Tað eru tveir fakbólkar sum kunnu veita endurvenjing, tað eru ergo- og fysioterapeutar. Verður hugsað um aðrar fakbólkar í hesi orðing?

5) Ergoterapeutfelagið vil gera vart við, at í londunum rundan um okkum er vanligt at endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing eru tengd at hvørjum øðrum, soleiðis at tá ein borgari hevur endurvant mistar førleikar í ein hvønn mun, hevur møguleika at fáa venjing fyri at viðlíkahalda endurvunna førleikan. Hetta fyri at borgarin ikki skal missa førleikan aftur aftaná lokið endurvenjingarskeið.

Í ergoterapeutiskum arbeiði er tillaging ein týdningarmikil partur av endurvenjingini, og kann ikki vera útihýst. Tillagingar kann m.a. vera hjálpartól, tillaging av aktivitetum/uppgávum og tillaging av umhvørvi. Tí undrar tað okkum stórliga, at m.a. hjálpartól als ikki eru nevnd í almennu viðmerkingunum.

Eisini er ringt at skilja sundur endurvenjing og endurmenning, tá endurvenjing jú er ein partur av endurmenningini, sum tit eisini skrivað. Ikki er vist, at eitt endurvenjingarskeið gevur varandi gott úrslit, um mann ikki samskipar og tekur atlit til aðrar faktorar í endurmenningini av borgaranum. Í slíkari tilgongd er alneyðugt við tøttum samstarvi millum allar partar – herundir borgara, avvarðandi og ymisku fakfólkini sum hava kontakt til borgaran.

6) Vit meta at tað er týdningarmikið at kjarnuuppgávurnar hjá ergo- og fysioterapeutum verða lýstar í mun endurvenjingina og málbólkarnar. Hetta so at endurvenjingin av hesum málbólkunum verður røkt so væl sum gjørligt, soleiðis at borgarin fær eina dygdargóða veiting og at fakbólkarnir kunnu gagnnýta sín serkunnleika á besta hátt.

Í tráð við, hvussu endurvenjing og endurmenning verður skipað í øðrum londum og fakligum tilmælum annars, meta vit harumframt, at tað er umráðandi at hava fakligar eindir við fakligum leiðslum. Hetta vil tryggja at borgarin fær eina dygdargóða samskipaða endurvenjing.Harumframt vilja vit mæla til, at hjálpartóla-deildin er ein náttúrligur partur av hesum.”

Eftir er at gleðast um at endurvenjing verður lógarfest innan tað almenna. Ynskiligt er at umboð fyri faki er við frá byrjan tá ein slík lóg er í gerð, soleiðis at tann fakliga vitanin á økinum verður gagnnýtt so væl sum gjørligt. Hóast alt, er hetta eitt jaligt stig sum verður tikið við hesum lógaruppskotinum.

 

Vegnað Ergoterapeutfelagið

Carla Josenius Mikkelsen, nevndarlimur