Hoyringssvar til ”uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið”

By marts 15, 2015Á breddanum

Til Trivnaðarnevndina í Løgtinginum

 

Hoyringssvar til ”uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið”

Ergoterapeutfelagið gjørdi 28.09.14 eitt hoyringssvar til uppskot til løgtingslóg um endurvenjing, og vilja vit, umframt viðmerkingarnar niðanfyri, vísa til tað hoyringssvarið.

Vit hava fylgjandi viðmerkingar til ”uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið”:

1)   Í almennu viðmerkingunum verða fleiri hugtøk nýtt hvørt um annað, sum vit meta, at neyðugt er at definera, so vit vita hvat tosað verður um. Tí er eisini eitt sindur trupult at gera viðmerkingar til lógina.

  • viðgerð og endurvenjing. Í ergoterapeutiska arbeiðinum er eingin munur á uppgávunum í arbeiðinum við sjúklingunum, tá tosað verður um viðgerð og endurvenjing. Í uppskotinum stendur heldur einki nevnt, um lógin er galdandi fyri einans innlagdar sjúklingar, ella um hon er galdandi fyri bæði innlagdar og ambulantar sjúklingar.
  • Í viðmerkingunum (s.6) stendur, at í lógaruppskotinum verður hugsað um ”fyriskipaða, miðvísa venjing bæði fysiskt og kognitivt”, men ”fevnir ikki um varandi venjing (viðlíkahaldsvenjing) og sosiala rehabilitering (endurmenning). Her eru fleiri hugtøk í spæl. Í ergoterapeutfelagnum skilja vit ikki endurmenning einans sum sosiala rehabilitering, men sum rehabilitering sum heild. Harumframt kann ein ergoterapeutur ikki einans arbeiða við fysiskum og kognitivum venjingum. Her vil eg vísa til hoyringssvarið frá 28.09.14 um júst hetta evnið: ”Ergoterapeutar eru autoriseraðir av danska Sundhedsministeriet. Danska autorisatiónslógin bleiv viðtikin í Løgtinginum í januar í ár. Autorisatiónin áleggur ergoterapeutum samvitskufult at útinna ergoterapi. Í høvuðsheitunum hevur ergoterapi til endamáls at gera tað møguligt hjá fólki at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag, har til ber at útinna dagligar uppgávur og luttaka í samfelagnum eins og aðrir borgarir. Til at náa hesi mál nýta vit venjingar og tillagingar. Tá vit tosa um ergoterapeutiskar venjingar, er hetta í høvuðsheitunum venjingar í aktivitetum, harav fysisk venjing kann vera ein partur. Tískil fylgja ergoterapeutar ikki autorisatiónini, við at fylgja ásetingunum í lógini um endurvenjing frá føroyska Heilsumálaráðnum um vit einans nýta fysiskar og kognitivar venjingar.”

2)   Meðan uppskotið sigur, at lógin ikki er galdandi fyri víðlíkahaldandi venjing og sosiala rehabilitering, so stendur samstundis í viðmerkingum frá landsstýrismanninum til hoyringssvørini (s.4), at: borgarar, sum hava førleikamiss vegna sálarsjúku o.t. eru fevnd av lógaruppskotinum á jøvnum føti við aðar borgarar”, og at: ”sjúklingar við alvarsomum kroniskum lívslangum sjúkum……….eisini kunnu vera fevnd av ásetingum í einari komandi kunngerð”. Hetta meta vit er í andsøgn við uppskotið.

3)   Meðan tað í ”uppskoti til løgtingslóg um endurvenjing” var nevnt, at tað skuldi ein ”heilsufakliga grundaður tørvur” til rættin til endurvenjing, so er tað í hesum nýggja uppskotinum ein ”læknafakliga grundaður tørvur”, sum skal til. Hetta halda vit ikki er nøktandi, og vilja vit mæla til at broyta hetta aftur til ”heilsufakliga grundaðan tørv.”

4)   Viðvíkjandi ressursum til at útinna tað endurvenjing, sum lógaruppskotið sigur, so vilja vit vísa til viðmerking í okkara hoyringssvari frá 28.09.14:

”Sum støðan er á sjúkrahúsunum innan endurveningina í løtuni, er tað als ikki gjørligt at halda lógina. Sum dømi kunnu vit nevna, at á:

  • Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur eingin ergoterapeutur verið í nøkur ár
  • Klaksvíkar Sjúkrahúsi er normeringin 0,5 ergoterapeutur
  • Landssjúkrahúsinum (somatiska deild) er normeringin 2,5 ergoterapeutar til bæði innlagdar og ambulantar sjúklingar.

Lógin umfatar allar innlagdar og/ella ambulantar sjúklingar, sum hava tørv á endurvenjing. Nevndu normeringar eru sum nevnt als ikki nøktandi til at kunna bjóða endurvenjing til nevndu sjúklingar. Ergoterapeutfelagið og Ergoterapiin á LS hava í nógv ár gjørt vart við hesi viðurskifti uttan úrslit. Nevnast skal, at har eru fleiri sjúklingabólkar, sum orsakað av ov lítlari normering, als ikki fáa ergoterapi í løtuni, t.d parkinson, sclerose, krabbamein, hjartasjúklingar, børn og ryggtrupulleikar. Um hugsast skal um, at nýggja lógin fevnir um enn fleiri uppgávur við umsiting og uppfylging aftaná innlegging, so er orkan til endurvenjing tað minni.

Eitt er normeringar. À Landsjúkrahúsinum eru teir fysisku karmarnir heldur ikki nøktandi til at geva góða endurvenjing. Í samband við nýbygging á LS hava fleiri partar gjørt vart við, at tað sama ger seg galdandi har.” (Her verður ikki einans hugsað um heita hylin).

5)   Í uppskotinum og viðmerkingunum er einki nevnt um markamót millum sjúkrahús, Almannaverk og kommunur. Tískil er tað ikki greitt hvussu langt endurvenjingin, sum er umfata av hesi lógini, røkkur. Hetta halda vit er neyðugt at útgreina. Sum nevnt áður, sigur lógaruppskoti heldur einki um, um tað einans eru innlagdir sjúklingar, sum hava krav uppá endurvenjing, ella um teir ambulantu sjúklingarnir eisini hava krav uppá tað.

6)   Í § 6 a, stk 4 stendur, at ”landsstýrismaðurin ásetur nærri reglar og treytir um endurvenjing, herundir hvat endurvenjing innan sjúkrahúsiðverkið fevnir um, um venjingarætlanir, og hvørji endurvenjingartilboð sjúklingurin kann vera ávístur til.” Vit hugsa um hvat hetta merkir. Merkir tað m.a., at tað einans eru nakrir sjúklingabólkar, sum hava krav uppá endurvenjing, meðan aðrir ikki hava, ella hvussu? Hetta kundu vit hugsað okkum var meira útgreina.

7)   Í allari endurvenjing/viðgerð hjá ergoterapeutum, verður høvuðsdentur lagdur á at samantvinna venjing (í aktivitetum) og tillaging. Tillaging kann gerast við m.a. hjálpitólum og/ella øðrum tillagingum í gerandisdegnum. Venjingin kann ikki standa einsamøll. Í Forsorgarlógini § 18b um hjálpitól, stendur greitt, at borgarar hava einans rætt til hjálpartól frá Almannaverkinum, um tey hava ein varandi tørv á hesum. Tað vil siga, at borgarar við fyribils tørvi (m.a. skinnarar til hondskaðar) ikki hava rætt til hesi hjálpartól.

Her kemur hjálpitóladepotið á LS inn í myndina, sum umsitur hjálpitól til brúks á LS umframt til fyribils tørv hjá sjúklingum. Vit halda tað hava alstóran týdning, at ergo- og fysioterapeutar standa fyri hesum, serstakliga tá tað kemur til innkeyp og hvussu økið verður umsitið. Tí tað eru terapeutarnir, sum sita við vitanini um, hvør tørvurin er í m.a. venjingini. Í løtuni hava terapeutarnir ongan avgerðarrætt á depotinum, tá tað kemur til avgerðir og raðfestingar í innkeypinum. Hetta uppliva ergoterapeutarnir á LS sum ein stóran trupulleika í endurvenjingini, har júst tað rætta hjálpitólið kann hava avgerðandi týdning fyri, um endurvenjingin skal eydnast.

Her kunnu vit nevna, at um vit hyggja at londunum rundanum okkum, so er tað eindømi í Føroyum, at hjálpitóliøkið ikki verður umsitið av terapeutum.

 

Ergoterapeutfelagið frøðist um, at lógarfesting av tilboði um endurvenjing er komið á dagsskránna og er í gerð. Samstundis fara vit at enda við at taka eitt brot úr okkara hoyringssvari frá 28.09.14, sum vit meta framhaldandi er galdandi við hesum nýggja lógaruppskotinum, og teimum almennu viðmerkingunum til hana.

”Samstundis mugu vit staðfesta, at fleiri vansar eru í lógaruppskotinum, sum kunnu týða uppá væntandi vitan og innlit í, hvat endurvenjing umfatar. Ergoterapeutfelagið hevur javnan gjørt vart við, at tørvur er á at vera við frá byrjan, tá arbeitt verður við endurvenjing, fyri at fakliga vitanin verður gagnnýtt so væl sum gjørligt. Tískil kundu vit sloppi undan fleiri av ivamálunum, sum vit hava gjørt vart við í hesum hoyringssvarinum, um relevantu fakligu partarnir (Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelagið) kundu givið sítt íkast, áðrenn endaliga lógaruppskotið nú liggur á borðinum.”

 

Tórshavn 10. mars 2015

Vegna Ergoterapeutfelagið

Eina Andreasen

Forkvinna

Link til lógaruppskotið: http://www.logting.fo/files/casestate/14923/072.14%20U.t.ll.%20um%20br.%20i%20ll.%20um%20sjukrahusverkid%20-asetingar%20um%20endurvenjing.pdf