Heilsa á eldraøkinum
Ergoterapeutar kunnu arbeiða við eldri í egnum heimi og nærumhvørvi, á uppvenjingar- og virkishúsum, dagtilhaldum og røktarheimum. Ergoterapeutar kunnu eisini arbeiða við eldri á sjúkrahúsum og á sereindum fyri dement.
Sálarlig heilsa
Ergoterapeutar kunnu arbeiða við fólkum, sum hava sálarligar trupulleikar, í heimi, nærumhvørvi og á arbeiðsplássum teirra; á psykiatriskum sjúkrahúsum og í økis- og sosialpsykiatriini.
Likamlig heilsa
Ergoterapeutar kunnu arbeiða við fólkum, sum hava likamligar trupulleikar, likamlig brek og sjúkur. Arbeitt verður í egnum heimi, nærumhvørvi og á arbeiðsplássum teirra; á rehabiliteringsmiðstøðum og á sjúkrahúsum.
Heilsa á arbeiðsplássum
Ergoterapeutar kunnu arbeiða við heilsu og fyribyrging á arbeiðsplássum m.a. innan arbeiðseftirlit og sum ráðgeving.
Fólkaheilsa
Ergoterapeutar arbeiða við fyribyrgjan av sjúku og við heilsufremjan á samfelags-, bólka- og einstaklinga støði.