Um felagið

Síðani 26. februar 2005 hevur Ergoterapeutfelagið verið eitt sjálvstøðugt føroyskt fakfelag.

Í Ergoterapeutfelagnum eru 58 limir (mai 2014)

Ergoterapeutfelagið hevur skrivstovu í Jákupsstovu, saman við Bioanalytikarafelagnum, Ljóðsmøðrafelagnum og Kost- og føðslufelagnum.

Ergoterapeutfelagið hevur nevndarfund 1 ferð um mánaðan.

Á hvørjum árið verður skipa fyri

  • – Einum arbeiðsvikuskifti við fakligum innihaldi
  • – Einari summar/familjuútferð vanliga í august mánaða
  • – Eitt jólatiltak fyri ergoterapeutar við familju, sum er 1. sunnudag í Advent
  • – Limakvøld við fakligum innihaldi
  • – Ársaðalfund við eftirfylgjandi veitslu
  • – Skeiðum

Sáttmálasamráðingar

Í mun til sáttmálasamráðingar samstarvar Ergoterapeutfelagið við 4 onnur fakfeløgini har sáttmálanir eru líkir á flestu økjum.

Hesi fakfeløg eru:

  • Bioanalytikarafelagið
  • Ljóðsmøðrafelagið
  • Kost- og føðslufelagið
  • Fysioterapeutfelag Føroya

Nevndu 4 fakfeløg og Ergoterapeutfelagið verða vanliga kallað “fimmarin”