Málsetningur

Ergoterapeutfelagið er eitt sjálvstøðugt føroyskt fakfelag, hvørs endamál og arbeiðsuppgávur eru:

  1. At stuðla limum felagsins í arbeiðsviðurskiftum teirra
  2. At tryggja limunum best lønar og arbeiðstreytir
  3. At vera drívmegin í fakligu menningini hjá ergoterapeutum
  4. At ávirka samfelagsgongdina út frá einum ergoterapeutiskum sjónarhorni
  5. At skapa møgulleika og karmar fyri samskifti millum limirnar

Felagið byggir á eitt fólkaræðisligt virðisgrundarlag og vit ynskja at møta limunum vid virðing, javnstøðu og áliti.