Reglugerð fyri verkfallsgrunn

_______________________________________________________

§ 1. NAVN

§ 2. ENDAMÁL

§ 3. STOVNSFÆ

§ 4. FÍGGJARLIGA GRUNDARLAG GRUNSINS

§ 5. ÚTREIÐSLUR Í SAMBANDI VIÐ ARBEIÐSÓSEMJUR

§ 6. AÐALFUNDUR

§ 7. NEVNDIN

§ 8. LIMIR

§ 9. ROKNSKAPUR OG FÍGGJARLIG VIÐURSKIFTI

§ 10. VIÐTØKUBROYTINGAR

§ 11. AVTØKA GRUNSINS

§ 12. GILDISKOMA

_______________________________________________________

§ 1. NAVN

1.1. Verkfalsgrunnur Ergoterapeutfelagsins.

1.2. Heimstaður: J. Paturssonargøta 24, 100 Tórshavn

§ 2. ENDAMÁL

2.1 At veita stuðul til limir í Ergoterapeutfelagnum, sum eru fevndir av arbeiðsósemju, har Ergoterapeutfelagið er partur.

§ 3. STOVNSFÆ

3.1 Stovnsfæ grunsins er í sambandi við stovnsetingina kr. xxx

§ 4. FÍGGJARLIGA GRUNDARLAG GRUNSINS

4.1 Stovnsfæ grunsins verður fingið til vega við árligari upphædd, sum aðalfundurin ásetur, at limirnir skulu gjalda grunninum.

4.2 Nevnda gjald verður kravt inn frá øllum virkandi limum í grunninum

4.3 Ognir grunsins verða eftir nærri avgerð nevndarinnar varðveittir á sama hátt, sum galdandi er fyri íløgur hjá góðkendum eftirlønargrunnum. Um so er, at peningur verður settur í fasta ogn, skal møguleiki verða fyri at lána við veðseting í ognini frá góðkendum peningastovni. Rentur og annar ágóði av ognum grunsins skulu undir vanligum umstøðum leggjast afturat stovnsfænum. Aðalafundurin kann áseta at ein prosentpartur av rentum og øðrum avkasti kann verða brúkt av nevndini til serlig tiltøk sum stuðul fyri limirnar og / ella limir í Ergoterapeutfelagnum.

§ 5. ÚTREIÐSLUR Í SAMBANDI VIÐ ARBEIÐSÓSEMJUR

5.1 Í sambandi við arbeiðsósemjur hevur tann til eina og hvørja tíð sitandi nevnd heimild til at áleggja limunum at gjalda eyka gjald, møguliga taka lán, um so er, at verandi ognir ikki røkka til. Eykagjald kann verða kravt, so leingi arbeiðsósemjan varðar til ein møgulig skuld er goldin.

5.2 Útreiðslur til samráðingar, løgfrøðiliga hjálp, samskifti v.m. í sambandi við arbeiðs- ósemjur verður somuleiðis goldin av verkfalsgrunninum.

§ 6. AÐALFUNDUR

6.1 Hægsti myndugleiki í grunninum er aðalfundurin.

6.2 Viðvíkjandi aðalfundinum eru somu reglur galdandi sum ásettar eru í viðtøkunum fyri Ergoterapeutfelagið.

§ 7. NEVNDIN

7.1 Nevnd grunsins er tann sama sum tann til eina og hvørja tíð sitandi nevnd í Ergotera¬peut¬felag¬num.

7.2 Millum aðalfundirnar kann nevnd grunsins bert taka avgerðir um spurningar, sum natúrliga fal¬la innanfyri dagliga virki grunsins og sum eru samsvarandi samtyktir á aðalfundinum m.a. ser¬liga, hvussu stovnsfæ felagsins skal umsitast.

7.3 Nevndin hevur heimild til at seta í verk og steðga verkfalli.

§ 8. LIMIR

8.1 Limir í grunninum eru allir virkandi limir í Ergoterapeutfelagnum.

8.2 Limirnir ábyrgdast ikki persónliga fyri skyldir grunsins.

8.3 Undir arbeiðsósemju hevur nevndin heimild til at strika limir sum átaka sær arbeiði, sum er rakt av arbeiðsósemju, limir, sum ikki rinda fyri eyka gjald ella á annan hátt mótarbeiða arbeiðs¬ósemjuni ella limum sum ikki gera eftir boðum frá nevndini.

§ 9. ROKNSKAPUR OG FÍGGJARLIG VIÐURSKIFTI

9.1 Roknskaparár grunsins er 1. januar til 31. desember.

9.2 Við endan av hvørjum roknskaparári verður rakstrarroknskapur og fíggjarstøða sett upp at leggja fyri nevndina og aðalfundin.

9.3 Roknskapurin skal verða grannskoðaður av grannskoðaranum hjá Ergoterapeutfelagnum.

9.4 Av roknskapinum skal síggjast, hvar ognir felagsins standa.

9.5 Dagliga virksemi grunsins verður umsitið av dagligu umsitingini hjá Ergo¬tera¬peut¬felag¬num og grun¬nurin rindar árliga eina passandi samsýning fyri hesa umsiting.

§ 10. VIÐTØKUBROYTINGAR

10.1 Hesar viðtøkur kunnu bert broytast, um 2/3 av virknum limum, sum møtt eru á aðalfundi, atkvøða fyri.

§ 11. AVTØKA GRUNSINS

11.1 Avgerð um avtøku grunsins verður tikið eftir somu reglum, sum galdandi eru fyri viðtøkubroytingar og ognir grunsins falla í tílíkum førum til Ergoterapeutfelagið.

§ 12. GILDISKOMA

12.1 Viðtøkurnar komu í gildi við virknaði fyri roknskaparárið 2005 ( 1. januar til 31. desember ).