Reglugerðir

Reglugerð fyri limagjald og ymiskar samsýningar

Limagjald er ásett, sambart § 10 í viðtøkum felagsins, at verða

  • fyri virknar limir, kr. 1.500,- um ársfjórðingin
  • fyri hvílandi limir, kr. 250,- um ársfjórðingin
  • (hvílandi limir kunnu verða limir sum eru í ALS, í barnsburðarfarloyvið u/løn, ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, eftirlønarmóttakarar og virknir limir, sum eru skipaðir í øðrum feløgum)
  • limagjaldið verður innkravt frá 01.01.05

Løn til formann, sambart § 14, petti 14.2

  • samsýningin til formannin, er ásett at verða kr. 2.000,- um mánaðin

Løn til skrivstovufólk

  • løn til skrivstovufólk, er ásett at verða lønt eftir avvarandi yrkissáttmála

Gildiskoma

Reglugerð fyri limagjald og ymiskar samsýningar eru samtyktar á stovnandi aðalfundi, tann 26. februar 2005 og koma í gildi tann 26. februar 2005.