Søgan

Fyrstu ergoterapeutarnir í Føroyum vóru Bergfríð Husgarð sála, Kirstin Meitil og Else Godtved Jacobsen. Allar arbeiddu tær á Landssjúkrahúsinum.

Nevndu ergoterapeutar nomu sær útbúgving í 60´unum. Tá æt útbúgvingin “terapiassistent” og fekk hon seinni heiti ergoterapeut.

Øll tey fyrstu árini vóru ergoterapeutar í Føroyum løntir sambært donskum sáttmála og vóru eisini limir í danska Ergoterapeutfelgnum.

Tá Føroya Landsstýri í 1987 avgjørdi framyvir bert at gera sáttmálar við føroysk fakfeløg, bleiv stovnað ein føroysk deild “amtskreds” av danska Ergoterapeutfelagnum.

Í mars 1987 samráddi danska Ergoteapeutfelagið seg fram til ein fyribilssáttmála, íð skuldi galda fram til 01.06.1988 og eftir hetta verða avloystur av einum føroyskum.

Stovnandi aðalfundurin í føroyska “amtskredsinum” varð hildin 16.09.1987 og í nevndina komu: Hanna á Reynatúgvu, Lone Barkholt, Marjun Olsen og Anna Petersen.

Nevnast kann, at í 1987 vóru 7 limir í ergoterapeutfelagnum, meðan tað í dag eru 62 limir (januar 2016).

Tá føroyska deildin varð sett á stovn, fekk hon samráðingarrættin um hendi vegna danska Ergoterapeutfelagið.

Á heysti 1988 fóru tey 5 smáu fakfeløgini saman til samráðingar um fyrsta sáttmálan. Fyrstu samráðingarnar endaðu við verkfalli, ið vardi í 2½ mánaða, og tá avtornaði fekk hvør limur kr.170,- meira um mánaðin … 🙂

Hóast hetta verkfallið ikki gav nógv í krónum og oyrum, og vit aftaná vóru ógvuliga vónbrotnar, kunnu vit í dag siga, at hetta var ein góð venjing í fakfelagsarbeiði og byrjanin til tað samanhald, sum hevur verið millum tey 5 smáu fakfeløgini, sum myndaðu  5´aran (Fysioterapeutfelag Føroya, Biaoanalytikarafelagið, Ljósmøðrafelagið, Kost- og Føðslufelag Føroya og Ergoterapeutfelagið).

Hesi seinastu árini hevur Heilsurøktarafelagið verið við í samstarvinum, sum nú er nevnt 6’arin.

Síðani 26. februar 2005 hevur Ergoterapeutfelagið verið eitt sjálvstøðugt føroyskt fakfelag.