SÁTTMÁLI

millum Ergoterapeutfelagið og Heilsumálaráðið um privatstarvandi ergoterapeutar

 

Gildiskoma

1. august 2010

  1. 1. Kapittul – Inngangur

 

Øki

§ 1. Hesinsáttmáli um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeutum er gjørdur millum Ergoterapeutfelagið og Heilsumálaráðið.

§ 2. Sáttmálin fevnir um privatstarvandi ergoterapeutar. Treytin fyri at verða fevnd av hesum sáttmála er, at ergoterapeuturin hevur autorisatión sum slíkur.

§ 3. Sáttmálin fevnir um ergoterapi, sum er ásett í kunngerð nr. XX frá 1. mars 2011 um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeuti.

 

 

Yrkisøkið hjá sáttmálanum

§ 4. Ergoterapeutisk veiting er venjingarhættir og virksemi, ið á ymsan hátt fremja aktivitetsútinnan og luttøku hjá málbólkinum sambært § 5, sum hava trupulleikar við ella kunnu fáa trupulleikar at liva eitt vanligt gerandislív.

Stk. 2. Ergoterapeutisk veiting fevnir um (re-)habilitering, heilsufremjan, fyribyrging, eftirviðgerð, ráðgeving og at viðlíkahalda førleikar.

Stk. 3. Í venjingini brúkar ergoterapeuturin viðkomandi vitan frá lívfrøðisligari, medisinskari, sálarligari, sosialari og teknologiskari vísund afturat aktivitetsvísund, saman við ástøði um aktivitetsútinnan og luttøku.

 

  1. 2. Kapittul – Málbólkur

§ 5. Tey, sum hava rætt til ískoyti sambært hesum sáttmála, eru persónar yngri enn 18 ár, sum hava likamligt ella sálarligt brek ella varandi sjúku. Brekið/sjúkan skal hava munandi avleiðingar í gerandisdegnum. Harumframt skal talan vera um neyðuga og heilsuliga væl grundaða viðgerð.

Stk. 2. Við hesum hevur Ergoterapeutfelagið ikki sagt frá sær rættin at arbeiða víðari, fyri at avtaka aldursmarkið.

 

 

 

  1. 3. Kapittul – Treytir fyri at útinna starvið

§ 6. Teir ergoterapeutar, sum eru fevndir av hesum sáttmála, hava skyldu til at útinna ergoterapeutiskar veitingar sambært ásetingunum í sáttmálanum.

§ 7. Ergoterapeuturin fyriskipar veitingina eftir besta førimuni og í samsvari við ávísandi serlækna.

§ 8. Ergoterapeuturin boðar ávísandi serlækna frá úrslitinum av viðgerðini, tá ið tað er umbiðið, ella tá ið ergoterapeuturin heldur, at tað hevur týdning fyri persónin í fevnda málbólkinum.

§ 9. Ergoterapeuturin skal kunna seg um sáttmálaavgerðir og fyrisitingina av teimum.

 

§ 10. Ergoterapeuturin skjalprógvar veitingar sínar.

§ 11. Skjalagoymsla. Heilsutrygd ger nærri reglur um, hvussu skjøl skulu verða goymd.

 

  1. 4. Kapittul – Ávísing til ergoterapi

 

§ 12. Heilsutrygd rindar ískoyti fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeuti til fevnda málbólkin, tá hetta verður gjørt eftir ávísing frá serlækna. Sum serlækni er í hesum sambandi at skilja: serlæknar í almennum medisini, sum starvast í kommunulæknaskipanini og serlæknar í pædiatri, sum starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum.

§ 13. Í sambandi við ávísing til veitingar frá privatstarvandi ergoterapeutum skal ein góðkendur ávísingarseðil nýtast. Sáttmálapartarnir skulu góðkenna ávísingarseðilin.

§ 14. Á ávísingarseðlinum skal standa kunning um orsøk til ávísingina og møgulig sjúkugreining. Serlæknin krossar av á ávísingarseðlinum, um tað verður ynskt ergoterapeutisk kanning, venjing samráð og/ella eftirmeting.

§ 15. Ávísandi serlæknin ásetur veitingarslag og veitingarmongd sambært kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting frá privatstarvandi ergoterapeutum.

Stk. 2. Ein ávísing frá serlækna í almennum medisini ella serlækna í pædiatri fevnir um í mesta lagi ískoytisgjald fyri 12 veitingar.

Stk. 3. Serlæknar í pædiatri kunnu í serligum førum ávísa til fleiri veitingar.

§ 16. Ergoterapeuturin ger eina kanning. Veitingin verður síðani løgd til rættis eftir støðu, trupulleika og tørvi. Hetta verður gjørt í samráð við ávísandi serlæknan og foreldur ella verjar hjá persóni í fevnda málbólkinum. Eftir avtalu við ávísandi serlæknan og foreldur ella verjar hjá persóninum í fevnda málbólkinum, kann ergoterapeuturin gera broytingar í ávístu veitingunum. Ergoterapeuturin viðmerkir avráddu broytingarnar á ávísingarseðilin, dagfestir og undirritar.

Stk. 2. Serlæknar kunnu eisini ávísa til bólkaveiting og -undirvísing, sí § 23. Afturat hesum kunnu persónar í fevnda málbólkinum, sum eru ávístir til aðra veiting, eisini skifta til bólkaveiting, um hetta er í samráð við ávísandi serlæknan.

§ 17. Ergoterapeutiska veitingin kann í samráð millum ávísandi serlækna, foreldur ella verjar hjá persónum í fevnda málbólkinum og ergoterapeut fara fram á viðgerðarstovu, í heiminum, skúla, nærumhvørvi ella, har persónurin í fevnda málbólkinum hevur trupulleikar við at virka og luttaka.

§ 18. Foreldur ella verjar hjá persónum í fevnda málbólkinum kunnu frítt velja ímillum teir privatstarvandi ergoterapeutarnar, sum eru fevndir av hesum sáttmála.

Stk. 2. Foreldur ella verjar hjá persónum í fevnda málbólkinum kunnu undir veitingini velja annan privatstarvandi ergoterapeut. Veitingartalið, sum er ásett sambært § 15, stk. 2-3 verður ikki broytt, um annar privatstarvandi ergoterapeutur verður valdur eftir 1. viðgerð.

§ 19. Avboð frá persóni í fevnda málbólki skal skjótast til ber verða fráboðað ergoterapeutinum og í seinasta lagi dagin fyri avtalaðan veitingardag. Um viðkomandi ikki hevur givið avboð í seinasta lagi kl. 09:00 tann avtalaða veitingardagin, kann ergoterapeuturin krevja ásett veitingargjald. Heilsutrygd rindar einki ískoyti í slíkum førum.

 

  1. 5. Kapittul – Veitingar

Veitingar

§ 20. Sáttmálin fevnir um hesar veitingar og viðgerðarhættir: R = Rehabilitation og E = Ergoterapi.

RE1 Greiða aktivitetsmøguleikar hjá persónum í fevnda málbólkinum

RE110             Greiða tørv á ergoterapi

–       Serstakar ergoterapeutiskar kanningar

RE120 Greiða lívsstøðuna hjá persónum í fevnda málbólkinum

–       Greiða persónlig viðurskiftir, ið ávirka livsstøðuna

–       Greiða viðurskifti, ið ávirka umhvørvið, har persónurin í fevnda málbólkinum virkar

RE130             Meta um førleika innan aktivitetsøkið

–       Meta um persónligt ” Activities of Daily Living”(ADL)

–       Meta um ”instrumentelt”/sekundær ADL

–       Meta um skúlagongd og lesnað

–       Meta um luttøku í samfelagnum

–       Meta um frítíð

–       Meta um spæl

–       Meta um hvíld

 

RE140 Meta um møguleika at klára seg í umhvørvinum

–       Meta um tørv á tænastum

–       Meta um atburð

–       Meta um tørv á tillagingum í heimi og nærumhvørvi

RE150 Meta um førleikar

–       Meta um motoriskar førleikar

–       Meta um process førleikar

–       Meta um sálarligar førleikar

–       Meta um sosialar førleikar

RE160 Meta um evnir at útinna aktivitet

–       Meta um sensorisk evni

–       Meta um motorisk evni

–       Meta um kognitiv evni

–       Meta um sálarlig evni

–       Meta um sosial evni

 

RE170 Meta um onnur viðurskifti, sum gera tað møguligt at útinna aktivitet

–       Meta um tørv á skinnara

–       Meta um tørv á hjálpartólum

RE180 Taka samanum og meta um viðurskifti, sum kunnu fremja aktivitetsmøguleikar hjá persónum í fevnda málbólkinum.

RE190 Onnur meting av aktivitetsmøguleikum hjá persónum í fevnda málbólkinum.

RE2  Fremja aktivitetsmøguleikar hjá persónum í fevnda málbólkinum

RE210 Leggja tilrættis fremjan av aktivitetsmøguleikum.

RE220 Fyrireika hvørja einstaka viðgerð.

 

RE230 Fremja førleikar innan aktivitetsøkið

–       Fremja personlig ADL

–       Fremja sekundær ADL

–       Fremja skúlagongd og lesnað

–       Fremja luttøku í samfelagnum

–       Fremja frítíð

–       Fremja spæl

–       Fremja hvíld

RE240 Fremja møguleika at klára seg í umhvørvinum

–       Leggja til rættis tænastir

–       Fremja atburð

–       Leggja til rættis og uppfylgja tillagingum í heimi og nærumhvørvi

RE250 Styrkja førleikar til at útinna aktivitetir

–       Styrkja motoriskar førleikar

–       Styrkja process førleikar

–       Styrkja sálarligar førleikar

–       Styrkja sosialar førleikar

RE260 Betra um evnini at útinna aktivitetir

–       Betra sensorisk evni

–       Betra motorisk evni

–       Betra kognitiv evni

–       Betra sálarlig evni

–       Betra sosial evni

RE270 Fremja onnur viðurskifti, sum skulu til, fyri at útinna aktivitetir

–       Framleiða skinnara

–       Royna og útflýggja skinnara, undirvísa og uppfylgja í at brúka skinnara

–       Framleiða hjálpartól

–       Royna og útflýggja hjálpartól, undirvísa og uppfylgja í at brúka hjálpartól

RE280 Taka samanum viðurskifti, sum fremja møguleikar fyri aktiviteti.

ET290 Onnur tiltøk, sum fremja møguleikar fyri aktiviteti.

RE3 Ráðgeva og vegleiða í at fremja møguleikar fyri aktiviteti

RE310 Ráðgeva um og vegleiða í førleikum á aktivitetsøkjum.

RE320 Ráðgeva um og vegleiða í at styrkja førleikar.

RE330 Ráðgeva um og vegleiða í at menna evnir at útinna aktivitet.

RE340 Ráðgeva um og vegleiða í at klára seg í umhvørvinum.

RE350 Ráðgeva um og vegleiða í at nýta skinnarar.

RE360 Ráðgeva um og vegleiða í at nýta hjálpartól.

RE370 Ráðgeva um og vegleiða í at nýta rehabiliteringstænastur.

RE390 Onnur ráðgeving og vegleiðing, ið fremur møguleikar fyri aktiviteti.

RE4 Annað arbeiði, ið viðvíkur persónum í fevnda málbólkinum

RE410 Dátuinnsavnan.

RE420 Samstarv við persónar í fevnda málbólkinum, avvarðandi og netverk

RE421 Fundarvirksemi

RE422 Luttøka í rehabiliteringssamstarvi

RE430 Viðtala

RE440 Skjalprógvan

RE441 Skráseting

RE442 Videoupptøkur og myndatøka

RE443 Taka samanum

RE490 Annað arbeiði við persón í fevnda málbólkinum

Stk. 2. Tann ergoterapeutiska kanningin verður gjørd sum ein ítvinnaður partur í veitingini.

 

  1. 6. Kapittul – Gjøld

§ 21. Veiting eftir hesum sáttmála kann verða veitt sum einstaklingaveiting, tveypersónaveiting ella bólkaveiting.

Stk. 2. Ergoterapeuturin metur, í samráð við foreldur ella verjar hjá persóni í fevnda málbólkinum og ávísandi serlækna, um luttøku í bólkavenjing og bólkastødd.

§ 22. Einstaklingaveiting varir í 60 minuttir.

Stk. 2. Tveypersónaveiting varir upp til 80 minuttir.

Stk. 3. Bólkaveiting varir upp til 120 minuttir.

§ 23. Fyri ergoterapeutiskar veitingar til persónar í fevnda málbólkinum verða ásett hesi gjøld:

  1. Einstaklingaveiting (Grundgjald)..……….….475,00 kr.
  2. Tveypersónaveiting……………………………475,00 kr. pr. persón
  3. Bólkaveiting við 3 persónum ……………….395.83 kr. pr. persón
  4. Bólkaveiting við 4 persónum ……………….296,88 kr. pr. persón
  5. Bólkaveiting við 5 persónum ……………….237,50 kr. pr. persón
  6. Bólkaveiting við 6 persónum ……………….197,92 kr. pr. persón
  7. Bólkaveiting við 7 persónum ……………….169,64 kr. pr. persón
  8. Bólkaveiting við 8 persónum ……………….148,44 kr. pr. persón
  9. Bólkaveiting við 9 persónum ……………….131,94 kr. pr. persón

 

Stk. 2. Tá ið nýggjur sáttmáli er gjørdur millum Føroyskar Fysioterapeutar og Heilsumálaráðið, verða samráðingar aftur millum Ergoterapeutfelagið og Heilsumálaráðið við tí fyri eyga at javnseta ergoterapeutar við fysioterapeutar, tá talan er um gjøld fyri veitingar.

 

§ 24. Gjaldið fevnir um venjing, fyrireiking, skráseting og annað arbeiði, sum hoyrir við til veitingina.

 

§ 25. Heilsutrygd rindar 50% av kostnaðinum sambært sáttmálanum.

§ 26. Um frástøðan millum starvsstað hjá ergoterapeutinum og heimið hjá persóni í fevnda málbólki er longri enn 15 km. aftur og fram, kann ergoterapeuturin taka koyripening. Goldið verður 2,50 kr. fyri hvønn km., sum fer út um 15 km. Heilsutrygd rindar henda koyripening.

§ 27. Tað í § 23 nevnda grundgjald skal stillast soleiðis:

Stk. 2. Dýrtíðarstilling:

Fyri hvørji 3 full stig, tað føroyska prístalið broytist (januar 1983 = 100) frá 138,0, skal grundgjaldið stillast á henda hátt:

Útreiðsluparturin (35% av gjøldunum) stillast við 2,174%, svarandi til eina stilling, sum er útroknað eftir stk. 1, við eini 0,761 prosentstiga stilling. Nettoparturin (65% av gjøldunum) stillast við teirri fyri ein føroyskan tænastumann í 29. lønarbólki galdandi dýrtíðarstilling, svarandi til eina stilling av gjøldunum, sum er útroknað eftir stk. 1, við 0,379 prosentstigum  ((1.260 x 0,65 x 100 : 216.204), tí støðið fyri útrokningunum eftir stk. 2 og 3 eru tær fyri føroyskar tænastumenn í 29. lønarbólki pr. 1. desember 1991 galdandi lønir). Við møguligari nullstilling av føroyska prístalinum í framtíðini vil dýrtíðarstillingin fyri nettopartsins (65%) viðkomandi fylgja tí nýggja prístalinum, ímeðan tað fyri útreiðslupartsins (35%) viðkomandi beinanvegin skulu takast upp tingingar millum Heilsumálaráðið og Ergoterapeutfelagið um og í hvønn mun tað nýggja prístalið skal verða umroknað til prístalið 1. januar l983 = 100

Stk. 3. Reallønarstilling:

Nettoparturin (65% av gjøldunum) stillast eftir broytingum aftan á 1. desember 1991 í lønunum hjá føroyskum tænastumonnum í 29. lønarbólki við 0,301 prosentstigum fyri hvørjar 1.000 kr. í broytingum, og tilsvarandi fyri partar av 1.000 kr., út um ta í stk. 2 nevndu dýrtíðarstilling (1.000 x 0,65 x 100 : 216.204).

Stk. 4. Í útrokningini av tí samlaða stillingarstiginum verða prosentstigini løgd saman útroknað eftir  stk. 2 og 3, og tað endaliga prosentstigið verður sett við einum desimali. Stilling eftir stk. 2 og 3 verður gjørd tann 1. apríl og 1. oktober eftir galdandi føroyska prístalinum frá ávikavist januar og juli, og eftir teirri fyri hvørt stillingarskeið galdandi løn hjá einum føroyskum tænastumanni í 29. lønarbólki. Um stillingin tann 1. apríl ella 1. oktober orsakað av vantandi upplýsingum, ikki ella bert partvíst er møgulig, kann ein seinni stilling verða gjørd, tá ið tær neyðugu prístals- og/ella reallønarupplýsingarnar fyriliggja. Um so er, verður parturin hjá Heilsutrygd av gjøldunum eftirstillaður aftur til tann ásetta rætta stillingardagin.

Stk. 5. Nettoparturin (65%) verður stillaður við tí fyri føroyskan tænastumann á lønarstigi 29 galdandi stilling, og við teirri pr. 1. desember 1991 galdandi løn sum stillingarstøði. Fyrsta stilling av nettopartinum verður, tá lønin á lønarstigi 29 aftan á 1. apríl 1993 fer upp um ta pr. 1. desember 1991 galdandi løn við 1.000 kr. og tilsvarandi fyri partar av 1.000 kr.

 

Stk. 6.   Fyrsta stilling av gjøldunum, sí § 23 verður 1. apríl 2011.

 

 

  1. 7. Kapittul – Avrokningarskipan

§ 28. Í sambandi við veitingar hjá persónum í fevnda málbólkinum frá privatstarvandi ergoterapeuti verður eitt avrokningarblað nýtt, sum er gjørt eftir avtalu millum sáttmálapartarnar.

Stk. 2. Avrokningarblaðið verður útfylt sambært reglum, sum sáttmálapartarnir hava gjørt.

§ 29. Foreldur ella verji hjá persóni í fevnda málbólkinum skal undirskriva avrokningarblaðið. Í óvanligum førum, tá ið tað ikki hevur borið til at fingið ta neyðugu undirskriftina, skal orsøkin til tess verða skrivað á.

§ 30.Á avrokningarblaðnum skal standa, navn og bústaður hjá persóninum í fevnda málbólkinum, dagfesting av veitingum, tal og sløg av veitingum. Á avrokningarblaðnum skal eisini standa navn á ergoterapeutinum, starvsstaður, samlaða gjaldið, ískoytis veiting frá Heilsutrygd og partur hjá persóninum í fevnda málbólkinum av gjaldinum.

§ 31. Ergoterapeuturin sendir hvønn mánað Heilsutrygd avrokningartilfarið fyri lidnar veitingar í einum álmanakkamánað, og eisini fyri veitingar, sum eru lidnar áðrenn 5. í komandi mánaða.

§ 32. Avrokningartilfarið fevnir um eina av pørtunum avtalaða samlaða uppgerð, avrokningarbløðini og tilhoyrandi læknaávísingar.

§ 33. Útgjalding av ágóða fyri avrokningartilfari sent inn áðrenn 5. í mánaðinum skal fara fram á slíkan hátt, at upphæddin er tøk áðrenn mánaðurin er farin.

§ 34. Ergoterapeuturin avroknar við Heilsutrygd.

§ 35. Um útrokning hjá Heilsutryg og krav frá privatstarvandi ergoterpeuti ikki samsvara, kunnu báðir partar krevja eina nágreiniliga útgreining. Útgreiningin skal so vítt gjørligt vera liðug áðrenn næsta avrokningarmánað. Ósemjur um útrokningina kunnu síðani viðgerast í samstarvsnevndini.

§ 36. Foreldur ella verji hjá persóni í fevnda málbólkinum kunnu í veitingartíðini verða kravd eftir gjaldi fyri veiting frá privatstarvandi ergoterapeuti. Tá veitingartíðin endar, rinda foreldur ella verjar hjá persóni í fevnda málbólkinum sín part av gjaldinum. Frádrigið gjaldinum er ískoytið frá Heilsutrygd. Ergoterapeuturin letur síðani foreldri ella verja kvittað avrit av rokningini.

 

  1. 8. Kapittul – Samstarvsnevnd

§ 37. Víst verður til § 28, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd.

 

 

 

  1. 9. Kapittul – Gildiskoma og uppsøgn

 

§ 38. Sáttmálin fær gildi 1. august 2010.

Stk. 2. Í sáttmálaskeiðnum kunnu báðir partar siga sáttmálan upp við í minsta lagi 3 mánaða freist at fara úr gildi hin 1. í einum mánaði, tó í fyrsta lagi 1. august 2012.

Stk. 3. Eru partarnir samdir um at broyta einstakar partar í ásetingunum í sáttmálanum, kann hetta verða gjørt í sáttmálatíðini uttan uppsøgn.

 

 

Tórshavn, tann 17. februar 2011

 

Ergoterapeutfelagið                                                                      Heilsumálaráðið

 

Hanna á Reynatúgvu, forkvinna                                                  Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður

Katrin Gaard