Viðtøkur fyri Ergoterapeutfelagið

_______________________________________________________

§ 1 NAVN

§ 2 ENDAMÁL

§ 3 VIRÐISGRUNDARLAG

§ 4. LIMARÆTTINDI

§ 5. LIMASKYLDUR

§ 6. KÆRUMØGULEIKI

§ 7. LIMIR

§ 8. INNLIMAN, BROYTING Ì LIMASKAPI, ÚTLIMAN OG ÙTKOYRING

§ 9. AT FÁA RÆTTINDI

§ 10 LIMAGJALD

§ 11 FRUMATKVØÐUGREIÐSLA

§ 12. AÐALFUNDUR

§ 13. NEVNDIN

§ 14. FORMAÐUR

§ 15. ROKNSKAPUR OG GRANNSKOÐAN

§ 16. TULKING

§ 17. AVTØKA FELAGSINS

§ 18 GILDISKOMA

_______________________________________________________

§ 1 NAVN

Navn felagsins er Ergoterapeutfelagið. Heimstaður felagsins er Tórshavn

§ 2 ENDAMÁL

Felagið er starvs- og fakfelag fyri ergoterapeutar. Endamál felagsins er:

– At stuðla limum felagsins í

arbeiðsviðurskiftum teirra,

– At tryggja limunum best møguligar løn-

og arbeiðstreytir,

– At vera drívmegin í fakligu menningini

hjá ergoterapeutum,

– At ávirka samfelagsgongdina út frá

einum ergoterapeutiskum sjónarhorni,

– At skapa møguleikar og karmar fyri

samskifti millum limirnar

§ 3 VIRÐISGRUNDARLAG

Felagið byggir á eitt fólkaræðisligt virðisgrundarlag og limirnir verða møttir við virðing, javnstøðu og áliti.

Felagið arbeiðir støðugt við dygdini av sínum tænastum og loysir uppgávur sínar miðstýrt og ikki miðstýrt. Felagið skal tryggja, at limirnir hava ávirkan á politikk felagsins og harvið virki felagsins.

§ 4. LIMARÆTTINDI

Tann einstaki virkandi limurin hevur rætt til:

1. At fáa samráðingar um sínar lønar-

og starvssetnartreytir,

2. At fáa viðgjørt uppsagnarmál,

3. At fáa viðgjørt arbeiðsskaðamál,

4. At luttaka í frumatkvøðugreiðslu um egnan

sáttmála,

5. At fáa ráðgeving og vegleiðing um lønar- og

starvssetanartreytir fyri ergoterapeutar,

6. At fáa ráðgeving og vegleiðing i sambandi

við arbeiði uttanlands,

7. At luttaka á fakligum og fakpolitiskum

fundum,

8. At fáa ráðgeving og vegleiðing um grund-,

eftir- og víðariútbúgving,

9. At stilla upp til øll álitisstørv i

felagnum, við atliti til hvat arbeiðspláss

viðkomandi er tengur at,

10. At verða stillari fyri aðrar limir til

álitisstørv í felagnum,

11. At luttaka í felagsins vali av

nevndarlimum,

12. At luttaka við talirætti á aðalfundum,

13. At luttaka við atkvøðurætti á aðalfundum

14. At fáa høvi til luttøku í nevndum og

arbeiðsbólkum, sum settir verða av nevndini,

15. At verða kunnaður um uppskot til samtyktar

og aðalfundarsamtyktir og

nevndarfundarsamtyktir,

16. At verða kunnaður um úrslit av frumatkvøðum,

17. At verða kunnaður um felagsins politikk og

virksemi,

18. At fáa greinagerð ella uppskot viðgjørt á

nevndarfundi ella øðrum viðkomandi forum,

19. At luttaka í viðkomandi førleikamenning i

sambandi við røkjan av álitisstørvum,

20. At fáa viðkomandi tilfar í sambandi við

røkjan av álitisstørvum.

Hvílandi limir, efirlønarmóttakarar og virkandi limir, sum eru skipaðir í øðrum feløgum, hava rættindi sambært 7. og 14 – 20. petti.

§ 5. LIMASKYLDUR

Limur hevur ikki rætt at byrja í starvi innan felagsins samráðingarøki, áðrenn lønar- og setanartreytirnar eru fyribils ella endaliga góðkendar av felagnum.

Um sáttmáli ella onnur avtala er gjørd millum felagið og eitt starvssetanarstað, hevur limur ikki rætt at taka við starvi undir øðrum treytum, enn teimum, sum ásettar eru í sáttmálanum ella avtaluni.

Um sáttmáli/avtala ikki er gjørdur/gjørd fyri avvarandi starvssetanarstað, skal limurin seta seg í samband við felagið, soleiðis at lønar- og setanartreytirnar, har tað ber til, verða avtalaðar millum felagið og starvssetanarstaðið. Limir hava skyldu til at geva felagnum viðkomandi upplýsingar um t.d. starvssetanarstað, bústað, virkisøki, umframt seinni broytingar í nevndu viðurskiftum. Felagið kann geva víðari nevndu upplýsingar innan limabólkin samsvarandi endamáli felagsins.

Limir eiga at arbeiða fyri, at ergoterapeutar í Føroyum eru limir í felagnum.

Limir hava skyldu til at velja álitisfólk samsvarandi teimum til eina og hvørja tíð galdandi avtalum millum felagið og avvarandi arbeiðsgevarapartar.

Limir hava skyldu at fylgja teimum siðfrøðiligu leiðbeinginum o.ø., sum felagið, við heimsfelags-skapinum (WFOT) og evropeiska felagnum (COTEC), hevur tikið undir við.

§ 6. KÆRUMØGULEIKI

Um ein limur ynskir at kæra um handfaring felagsins av limarættindum, kan hetta gerast skrivliga til nevnd felagsins. Nevndin hevur skyldu til at svara liminum skrivliga skjótast tilber, tó í seinasta lagið 14 dagar aftaná 2. vanliga nevndarfundin, sum hildin verður aftaná at klagan er innkomin.

Um limur ikki er nøgdur við handfaringina hjá nevndini, kann klagast víðari til aðalfundin.

Nevndin skal greiða aðalfundinum frá talinum av kærum, í høvuðsheitum hvat tær snúgva seg um og høvuðsinnihaldinum av svari nevndarinnar til kærurnar.

§ 7. LIMIR

Limir felagsins hava støðu sum virkandi limir, hvílandi limir, eftirlønarmóttakarar ella virkandi limir, sum eru skipaðir í øðrum felag.

Virkandi limir

• eru alment góðkendir ergoterapeutar, sum í Føroyum virka sum ergoterapeutar – tað verið seg í almennum ella privatum starvi – fulltíðarsettir, parttíðatsettir ella sjálvstøðugir, søkja arbeiði, fáa sjúka- ella barsilspening ella á annan hátt hava samband við arbeiðsmarknaðin,

Hvílandi limir og virkandi limir, sum eru skipaðir í øðrum felag

• eru ergoterapeutar við almennari góðkenning, sum starvast innan fakøki, sum liggur uttan fyri felagsins samráðingarøki og uttan samstarvsavtalu við felagið, men skipaðir í felag, sum hevur samráðingarrættin fyri øki,

• eru ergoterapeutar við almennari góðkenning, sum ikki arbeiða ella, sum ikki søkja arbeiði innan ergoterapeutiska starvsøki.

Eftirlønarmóttakarar

• eru limir, sum fara frá at vera virkandi limir til at fáa eftirløn, fyritíðar- ella fólkapensión.

§ 8. INNLIMAN, BROYTING Ì LIMASKAPI, ÚTLIMAN OG ÙTKOYRING

8.1. Innliman

Innliman í felagið fer fram skrivliga.

8.2. Broyting í limaskapi

Við broyting í limaskapi skal fráboðan fara fram skrivliga, við einum mánaða freist til endan av einum ársfjórðingi.

Hvílandi limir, sum ikki longur lúka treytirnar fyri slíkum limaskapi, hava skyldu til beinanvegin at fráboða seg sum virkandi limir.

8.3. Útliman

Útliman skal fara fam skrivliga við einum mánaða freist til endan av einum ársfjórðingi

Virkandi limir kunnu ikki lima seg úr felagnum frá tí degi, har stríðsstig verður fráboðað millum felagið og ein størri sáttmálapart. Nevndin kann í serligum førum geva undantaksloyvi frá nevndu treytum, um limur skrivliga søkir um slíkt undantak.

8.4. Útkoyring

Útkoyring av limi verður framd:

1. Um limurin brýtur viðtøkur felagsins og nevndin avgerð útkoyring. Limurin kann kæra avgerð nevndarinnar til fyrstkomandi aðalfund. Kæran hevur freistandi virkna, um kæran verður send inn í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin um útkoyring er fráboðað liminum.

2. Um heilsumyndugleikarnir hava tikið aftur almennu góðkenning hjá viðkomandi.

3. Um limurin ikki hevur goldið limagjald í hálvt ár.

4. Um limur mótarbeiðir felagnum og limum tess.

Nevndin kann geva einum útkoyrdum limi limarættindi aftur, tá nøktandi grund er fyri hesum. Nevndin hevur skyldu til at gera reglur fyri handfaringini av útkoyringarmálum, sum skulu geva tí einstaka liminum stórst møguliga rættartrygd . Limir, sum eru í eftirstøðu við limagjaldi-num, fáa av sær sjálvum limaskapin aftur, tá eftirstøðan er goldin.

§ 9. AT FÁA RÆTTINDI

Limir fáa limarættindi frá tí degi innlimanin er móttikin og skrásett.

Í hesum førum skal limurin, sum høvuðsregla bíða í 3 mánaðir áðrenn viðkomandi kann fáa ráðgeving ella fíggarligan stuðul frá felagnum:

– ergoterapeutar, sum fáa limaskap ella

endurvinna limaskap sín seinni enn 3 mánaðar

frá starvssetan teirra

– ergoterapeutar, sum fáa limaskap seinni enn

ein mánað frá tí at viðkomandi hevur lokið

ergoterapeutiska grundútbúgving,

– ergoterapeutar, sum søkja um broyting í

limaskapinum frá hvílandi til virkandi

limaskap, 3 mánaðar seinni enn tann dag, tá

viðkomandi leyk treytirnar fyri hesari

broyting í limaskapinum.

§ 10 LIMAGJALD

Limagjaldið fyri virkandi limir, hvílandi limir, virkandi limir sum eru skipaðir í øðrum fakfelag og eftirlønarmóttakarar verður ásett á ársaðalfundinum fyri komandi kalendaraár. Aðalfundurin kann somuleiðis áseta eitt lægri limagjald fyri serligar limabólkar. Nevndin kann – tá umstøðurnar tala fyri tí – seta niður, loyva útsetan ella strika limagjald, um limurin skrivliga søkir um tað.

Nevndin ásetur nærri reglur fyri innkrevjing av limagjaldi.

§ 11 FRUMATKVØÐUGREIÐSLA

11.1. Aðalfundur og nevnd felagsins kunnu taka avgerð um frumatkvøðugreiðslu

Í seinasta lagi 3 vikur eftir eina slíka avgerð, skal nevndin síggja til, at frumatkvøðugreiðslan verður fyriskipað. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni skal verða greitt í seinasta lagi 8 vikur eftir, at avgerðin um frumatkvøðugreiðslu er tikin, og úrslitið verður síðani kunngjørd skjótast tilber.

Frumatkvøðugreiðslan verður avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, tó soleiðis at til viðtøku-broyting og avtøka av felagnum krevst ¾ meiriluti av greiddum atkvøðum.

11.2. Limir við atkvøðurætti

Allir virkandi limir hava atkvøðurætt, um teir ikki eru í eftirstøðu við limagjaldi sínum í ársfjórðinginum áðrenn atkvøðugreiðsluna.

Við frumatkvøðugreiðslu um nýggjan sáttmála hava bert virkandi limir atkvøðurætt, um teir sambært limaskipanini eru fevndir av sáttmálanum, og um teir ikki eru í eftirstøðu við limagjaldi sínum i ársfjórðinginum áðrenn atkvøðugreiðsluna.

§ 12. AÐALFUNDUR

12.1. Aðalfundur

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins í øllum viðurskiftum felagsins, um ikki evni verður lagt út til frumatkvøðugreiðslu. Allir limir kunnu luttaka á aðalfundinum.

12.2. Innkalling og nær aðalfundur skal haldast

Vanligur ársaðalfundur verður hildin í fyrstu hálvu á hvørjum ári. Dagurin tá aðalfundurin verður hildin verður ásettur av nevndini.

Aðalfundurin er viðtøkuførur tá í minsta lagi 1/6 av virkandi limum felagsins eru møttir. Innkalling til aðalfundin við fyribils dagsskrá fer fram í minsta lagi 6 vikur undan fundinum, við skrivligum boðum til limir felagsins.

12.3. Uppskot

Allir limir felagsins kunnu seta fram uppskot til viðgerðar á aðalfundinum. Uppskot, sum skulu viðgerast á aðalfundinum, skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 2 vikur undan fundinum. Uppskot til viðtøkubroytingar skulu tó verða nevnd felagsins í hendi í seinasta lagi 4 vikur undan fundinum.

Innkomin uppskot til viðtøkubroytingar skulu sendast út til limirnar undan fundinum.

12.4. Dagsskrá

Nevndin ásetur dagsskránna, sum tó í øllum førum skal fevna um:

1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara,

2. Val av 3 atkvøðuteljarum,

3. Frágreiðing nevndarinnar um felagsins virksemi farna ár til góðkenningar,

4. Framløga av grannskoðaðum roknskapi fyri farna roknskaparár til góðkenningar,

5. Val av nevnd,

6. Innkomin uppskot,

7. Áseting av samsýningum

8. Áseting og góðkening av karmi fyri rakstrarætlan fyri tíðina fram til næsta aðalfund,

9. Áseting av limagjaldi fyri tíðina fram til næsta aðalfund,

10. Val av grannskoðara komandi ár,

11. Ymiskt.

12.5. Atkvøðugreiðsla

Allir virkandi limir hava atkvøðurætt. Avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. 5 limir ella fundarstjórin kunnu krevja skrivliga atkvøðugreiðslu.

Nevndarval ferð altíð fram skrivliga.

Atkvøðugreiðsla um útkoyring og viðtøkubroytingar, umframt avgerð um frumatkvøðugreiðslu skal altíð fara fram skrivliga. Til viðtøkubroytingar krevst 2/3 meiriluti av greiddum atkvøðum. Møgulig uppskot, sum skulu viðgerast undir innkomnum uppskotum (6. petti), skulu setast til atkvøðugreiðslu fyri seg.

12.6. Eykaaðalfundur

Eykaaðalfundur verður hildin, um meirilutin av nevndarlimunum ella 1/6 av virkandi limum felagsins skrivliga heita á nevndina um at lýsa slíkan fund, og viðleggja uppskot til dagsskrá við grundgevingum sínum.

Innkallingin til eykaaðalfund við dagsskrá skal fara fram við í minsta lagi 14 dagar freist, við skrivligari fráboðan til limir felagsins.

Eykaaðalfundur verður hildin í seinasta lagi 4 vikur eftir at áheitan um slíkan fund er latin nevndini. Í sambandi við sáttmálasamráðingar kann ein eykaaðalfundur fráboðast við dags varsli við skrivligari fráboðan beinleiðis til limirnar.

§ 13. NEVNDIN

Nevndin hevur leiðslu felagsins um hendi sambært viðtøkum felagsins og teimum avgerðum, sum aðalfundurin hevur tikið, og nevndin hevur fulla heimild at taka stig felagsins vegna.

Í nevndini sita í mesta lagi 5 virkandi limir.

Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og nevndarlimum, og ger fundarskipan.

3 nevndarlimur eru á vali ólika ár, meðan 2 nevndarlimur eru á vali líka ár.

Nevndin hevur ábyrgdina av fíggjarligu viðurskriftum felagsins.

Nevndin hevur, vegna limirnar ábyrgdina av, at ognir felagsins, sum ikki verða brúktar til dagliga raksturin, verða settar í virðisbrøv ella á eins tryggan hátt.

Um ognir felagsins verða sett í virðisbrøv, skulu hesi leggjast í viðurkendan banka ella sparikassa.

Nevndin kann við undirskrift hjá formanninum og næstformanninum binda felagið í fíggjarligum viðurskiftum. Um ein av hesum hevur forfall, so kemur ein av nevndarlimunum, sum tilnevndur er av nevndini, í hansara stað.

Nevndin hevur ábyrgdina av starvssetan og uppsøgn av starvsfólki felagsins.

§ 14. FORMAÐUR

14.1. Formaður

Formaðurin hevur ábyrgdina av dagliga virksemi felagsins við ábyrgd fyri nevndini og aðalfundinum, sambært viðtøkum felagsins. Næstformaðurin er tiltaksmaður formansins tá hesin í longri tíð hevur forfall.

Formaðurin stendur fyri samráðingum felagsins vegna, eftir teimum leiðbeiningum, sum aðalfundurin og nevndin hava gjørt.

Um formaðurin fer frá í úrtíð, skipar nevndin seg av nýggjum.

14.2. Samsýning

Aðalfundurin ásetur samsýningina til formannin sambart reglugerð.

§ 15. ROKNSKAPUR OG GRANNSKOÐAN

Roknskaparár felagsins er frá 01.01. til 31.12.

Nevndin ger karmar fyri rakstrarætlan fyri komandi tíðarskeið til góðkenningar á aðalfundinum. Við endan av hvørjum roknskaparári verður rakstrarroknskapur við fíggjarstøðu settur upp, og lagdur fyri nevndina og aðalfundin.

Roknskapurin skal vera grannskoðaður av einum skrásettum grannskoðara.

§ 16. TULKING

Um ivi er um hvussu viðtøkurnar skulu tulkast, so skal nevndin, um tað hevur skund, taka avgerð um, hvør tulking er tann rætta. Viðtøkurnar skulu síðani orðast greiðari á næsta aðalfundi.

§ 17. AVTØKA FELAGSINS

Avgerð um avtøku felagsins skal takast við skrivligari frumatkvøðugreiðslu eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri viðtøkubroytingar. Um avgerð verður tikin um at avtaka felagið, so skal aðalfundurin taka avgerð um, hvussu skal verða við ognum felagsins.

§ 18 GILDISKOMA

Viðtøkurnar eru samtyktar á stovnandi aðalfundi tann 26. februar 2005 og koma í gildi tann 26. februar 2005.

Á ársaðalfundi felagsins 21. apíl 2007, bleiv nakað av orðingini í § 13 broytt.