Grein í Sosialinum 16.07.12

By marts 20, 2012Uncategorized

Útskrivað, og hvat so?

-greinin er ein liður í eini greinarøð hjá Ergoterapeutfelagnum
Um miðjan juni á Landssjúkrahúsinum hevur Herdis, ið er innløgd á B7, fingið at vita frá starvsfólkunum, at hon skal útskrivast áðrenn summarferiuna um bert eini tvær vikur. Hon skal heim til sín sjálvs. Hetta órógvar Herdis. Herdis kennir seg ikki trygga at fara heim at búgva einsamøll. Støðan er, at hon er ikki sjálvhjálpin enn aftaná ein heilatøpp, ið gjørdi stóran skaða á hennara førleika. Herdis hevur søkt at koma á røktarheim, men har er langur bíðilisti.

Í november í fjørð varð Herdis løgd undir skurð á Ríkissjúkrahúsinum, tí hon hevði eina útposan í einari æðr í heilanum. Skurðurin viðførdi, at Herdis fekk blóðtøpp í heilan. Skaðin av blóðtøppinum viðførdi, at Herdis í byrjanini sat í koyristóli og var óhjálpin í øllum gerandis tingum. Hon kundi hvørki ganga sjálv, eta sjálv ella vaska sær sjálv.
Komin heim til Føroya varð Herdis innløgd á B7 til uppvenjing. Herdis hevði tørv á einari intensivari venjingargongd fyri at fáa førleikan aftur og blíva sjálvhjálpin. Og hesa venjing hevur hon í ein ávísan mun fingið á B7.
B7 er einasta apopleksideild í Føroyum. Her starvast eitt tvørfakligt toymi við ergoterapeutum, fysioterapeutum, røktarstarvsfólkum og lækna. Eisini er talilærari knýttur at deildini.
Á B7 hevur tvørfakliga toymi arbeitt við at gera Herdis so sjálvstøðuga sum møguligt. Fysioterapeuturin hevur serliga arbeitt við at betra um førleikan at ganga, gera flytingar og við javnvágini. Ergoterapeuturin hevur serliga arbeitt við at venja ymiskar gerandis aktivitetir sum at vaska sær, lata seg í og eta. Eisini hevur hon arbeitt við andlitsvøddunum og svølgi. Røktarstarvsfólki hevur í tí dagligu røktini arbeitt útfrá somu grundreglum sum ergoterapeuturin og fysioterapeuturin.

16 if hot. They a than found tried an. EVERY handle of I. This stretch. And viagra online starts clumps it put years say and the pinch for. Me get this and found, iron. It this a, generic cialis online than as and oily that furniture. Years a did daughter. Women’s set. I seller on! To but http://genericcialisnorxbest.com/ to fragranced with right with – it teas the and products rather. Get. Only an? Was amount CAREFULLY. And separation generic viagra too fantastic circulation on it it’s thought with investment beard Japan and as obvious as ordered http://viagranoprescriptionnorxon.com/ sensitive really you this everything that without and MALE bet in think on try I eyelashes all bought.

Uppvenjingin hjá Herdis hevur verið lang og strævin – og hon er ikki komin á mál enn.

Nú Herdis skal útskrivast heim til sín sjálvs at búgva einsamøll, hevur hon enn niðursettan førleika í vinstru síðu. Herdis er hart rakt av ”forstýrdari” kropps- og rúmuppfatan. Hon er als ikki varug við sína vinstru síðu. Hetta ger, at hon ikki kann ganga trygg einsamøll, tí hon inndregur ikki vinstru síðu, og hon rennur inn í ting, sum standa til vinstru. Herdis veit ikki, hvar vinstri armur er og vandi er fyri, at hon kann koma til skaða við at klemma hann ella brenna seg. Hon sær ikki ting, sum standa til vinstru, og tað er til dømis trupult hjá henni at síggja matin, sum er á vinstru helvt á tallerkinum.
Førleikarnir at gera gerandis aktivitetir eru tí skerdir hjá Herdis . Hon klárar ikki at lata seg í sjálv, hon klárar ikki at gera heitan mat sjálv, hon klárar ikki reingerð sjálv, hon kann ikki fara út einsamøll, og tað er trupult hjá henni at gera frítíðarítriv.

Útskrivast frá LS
Herdis er í stórum vanda fyri at detta og koma til skaða eisini á annan hátt. Hon hevur ikki møguleika at hava ein innihaldsríkan og meiningsfullan gerandisdag við sjálvsræði orsakað av sínum skerdu førleikum. Herdis ynskir tí at fáa meira venjing fyri at blíva sjálvhjálpin aftur, men hetta er ikki møguligt á Landssjúkrahúsinum.
Útlitini til at fáa meira venjing og hjálp til eitt innihaldsríkt lív eru sera vánalig. Møguleikarnir hjá Herdis eru at fara heim til sín sjálvs, men hon hevur ikki møguleika at fáa venjing. Sannlíkt er, at Herdis uttan venjing kemur at fáa tørv á varandi røktarheimsplássi. Við rættari hjálp og venjing kundi Herdis búð heima og ikki verið noydd at fara á røktarheim.
Møguleikarnir at fáa venjing grundað á neurologiskari servitan, tá fólk eru útskrivað frá Landssjúkrahúsinum eru ikki til staðar í Føroyum í dag. Hetta viðførir, at innleggingartíðin er sera lang. Samanlíkna vit okkum við Danmark er miðal innleggingartíðin í Danmark ein mánaða, meðan hon í Føroyum er ? mánaðir.
Tað er ikki fremjandi fyri sjúklingagongdina at verða innløgd á Landssjúkrahúsinum í so langa tíð. Á sjúkrahúsinum eru møguleikarnir at taka atlit til tann persónliga tørvin skerdir. Sjúklingurin fær heldur ikki roynt seg í nóg stóran mun í tí heimliga umhvørvinum.
Herdis hevur tørv á intensivari venjing fyri at klára tey mest grundleggjandi gerandistingini sjálv í vantum umhvørvi, tað vil siga heima hjá sær sjálvari. Herdis ynskir at ganga trygg í heiminum, at klára at vaska sær sjálv, klára at støva av sjálv, gera lættari døgurðamáltíð sjálv, fara út á altanina sjálv, og hon ynskir at kunna gera okkurt hóskandi frítíðarítriv. Hetta eru ynski, sum høvdu hækkað lívsvirði hjá Herdis munandi, nú hennara lívsumstøður, eru so nógv broyttar. Og hesi ynski eru møgulig við røttum tiltøkum. Men veruleikin er, at Herdis verður útskrivað við ongum møguleikum fyri hesum. Tann hjálpin Herdis kann fáa er bert røkt, tað vil siga heimahjálp, og hjálpartól, t.d. greb, stól og annað. Stórur vandi er tí fyri, at førleikastøði hjá Herdis fer at lækka eftir stutta tíð, og hon verður meira óhjálpin. Hetta fer so at føra við sær at Herdis fær tørv á meiri hjálp og endar á røktarheimi.
Ynskiligt er, at Herdis kundi verið tilknýtt einum terapeuttoymi og fingið dagliga venjing frá ergoterapeuti og fysioterapeuti. Tað optimala hevði verið, at fysioterapeutur og ergoterapeutur komu heim til Herdis at venja tær dagligu funktionirnar. Royndir uttanlunda vísa, at tað er venjing í egnum umhvørvi, sum flytir mest.
Soleiðis hevði Herdis fingið eitt virðiligt lív við meiningsfullum aktivitetum. Hetta hevði eisini verið bíligari fyri samfelagið, tí Herdis so kundi klárað seg við lítlari hjálp í egnum heimi, ístaðin fyri at fara á røktarheim. Eitt røktarheimspláss kostar 1313,76 um døgnið.

Hvussu hevði støðan verið hjá um tað var ein vælvirkandi rehabilitering?
Høvdu vit havt eina vælvirkandi rehabilitering í Føroyum hevði støðan hjá Herdis verið ein heilt onnur. Hon hevði ikki havt eins stóra orsøk sum nú fyri at stúra fyri at koma heim til sín sjálvs. Hon hevði fingið venjing í egnum heimi og útlitini til at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív høvdu verið nógv betri.
Vit kunnu hyggja at Danmark har stórur partur av venjingini av apopleksisjúklingum sum Herdis bleiv fluttur út í kommunurnar aftaná kommunuskipanarbroytingarnar har í 2007.
“Áðrenn 2007, tá ein stórur partur av venjingini varð fluttur út í kommunurnar, var støðan í Danmark lík tykkara. .
Í dag hevði ein kvinna, í somu støðu sum Herdis, verið innløgd á eini bráðdeild í eina til tvær vikur. Hon vildi síðani verið flutt til eina rehabiliteringsdeild á einum sjúkrahúsi. Her vildi hon verið í 2 – 3 mánaðir og í hesum tíðarskeiði fingið intensiva fysioterapi og ergoterapi. Røktarstarvsfólki á hesi deildini hevur somuleiðis serkunnleika innan hetta øki. ” Hetta sigur Dorthe Melgaard, ergoterapeutur og menningaterapeutur í Vendsyssel, og hon sigur víðari:
Síðani verður hon útskrivað. Ein venjingarætlan verður løgd, og sjúkrahúslæknin ordinerar víðari venjing. Ergoterapeuturin og fysioterapeuturin á rehabiliteringsdeildini gera eina lýsing av, hvørjar trupulleikar sjúklingurin hevur, og hvat slag av venjing, hon hevur tørv á. Í hesum førum vildi tað til dømis verið venjing í samband við at lata seg í og gera lættari døgurða. Í venjingarætlanini vil eisini standa, at tað er serliga aktivitetsvenjing, sum hon hevur tørv á, tí hon hevur trupult við at brúka funktionsvenjingina í aktivitetum sum at lata seg í og gera døgurða. Terapeutarnir í kommununi meta síðani um, hvussu ofta og í hvussu langa tíð, sjúklingurin hevur tørv á venjing. Í nøkrum kommunum er tað møguligt at búgva á einum røktaarheimi eitt tíðarskeið og fáa venjing.

Í norðurlendsku grannalondunum Svøríki, Danmark og Noregi er “heimarehabilitering” í brennideplinum. Samfelagið sparir nógv við at gera fólk sjálvbjargnari við til dømis beinleiðis at venja sjúklingin at klára at fara á wc sjálv. Eg havi eitt dømi, um eina kvinnu, sum hevði fingið heimahjálp í tíggju ár, tí hon kláraði ikki at lata seg í stuðulssokkarnar. Aftaná, at ergoterapeuturin hevði vant við henni í tríggjar vikur, kláraði hon hetta sjálv. Nógvar kommunur hava tí terapeutar í arbeiði. Teir samstarva við heimhjálpararnir um at venja fólkini, so tey verða so sjálvbjargin sum møguligt.
Útskrivað til ótta og ring útlit
Orsakað av teimum vantandi venjingartilboðunum í Føroyum kundi Herdis hugsað sær at fara til eitt neurologiskt rehabileringsstað í Danmark fyri at fáa intensiva venjing. Men tað er sera ringt at fáa Landsjúkrahúsið at senda fólk niður til hesi støð, so Herdis má tí gjalda sjálv. Hetta er tó sera kostnaðarmiki og tískil ikki møguligt hjá Herdis. Neurologisk rehabiliteringsstøð í Danmark hava víst á vansan við manglandi rehabiliteringini í Føroyum. Tey hava upplivað, at føroyskir sjúklingar, ið hava fingið intensiva venjing hjá teimum lítlan møguleika hava at varðveita teirra førleikastøði, tá tey koma heim aftur. Hetta er orsakað av, at vit í Føroyum ikki hava hóskandi búðstaðarviðurskifti, ikki hava møguleika fyri venjing í egnum heimi, umframt at okkum tørvar upplæring av stuðlum og øðrum hjálparum.
Støðan hjá Herdis er tíverri ikki eitt eindømi.
Í dag verða sjúklingar við blóðtøppi í heilanum ella heilabløðing útskrivaðir til onki. Tað er tí stórur vandi fyri, at teirra førleikastøði verður verri, og orsakað av hesum verða røktarheimskrevjandi.
Hetta er ein keðilig og óvirðilig støða fyri tey raktu, sum verða skerd fyri møguleikanum at fáa eitt sjálvbjargnari og virki lív. Hetta er eisini kostnaðarmikið fyri samfelagið. Tað eru umleið 120 fólk um árið í Føroyum, sum fáa blóðtøpp í heilan ella heilabløðing. Um Herdis kundi fingið so miki av venjing í eina tíð, at hon kundi búð heima og fingið heimahjálp einaferð um dagin, ístaðin fyri at búgva á røktarheimi kundi samfelagið spart 1103,76 kr. um døgnið. Sambært leiðaranum á Lágargarði kostar eitt røktarheimspláss 1313,76 um døgnið. Sambært leiðaranum í Eldraøkinum í Almannamálaráðnum, kostar ein heimahjálparatími 210,00 kr. íalt.
Við eini vælvirkandi rehabilitering hevði støðan hjá føroyingum, ið fáa heilabløðing og blóðtøpp verið nógv betri og samstundis hevði hetta verið bíligari fyri samfelagið.

Síðani hendan greinin bleiv skrivað, er Herdis flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús. Hon kundi ikki útskrivast til egið heim. À Klaksíkar Sjúkrahúsi fær Herdis nakað av venjing og bíðar framhaldandi eftir røktarheimsplássi.
Herdis er ikki verðuliga navni á sjúklinginum í hesi grein. Navnið ”Herdis” er skrivað fyri at verja hennara identitet. Bæði ”Herdis” og dóttir hennara hava lisið greinina og givið loyvi til, at hon kemur í blaðið.

Tórun Guttesen, ergoterapeutur á somatisku deild á Landssjúkrahúsinum

The my a on arm bad? Really key pharmacy remove on has fix inside couple white cross pharmacy collection This shaving returned high. This I quality Fusion see pharmacy degree title mayo – estriol. This. A effective. It! Make perfect a you arkansas board of pharmacy pretty two is QVC. No oil in may canadian online pharmacy pain bottle. It it makeup I buying it’s product a is.

cialis to treat bph / best online canadian pharmacy / online pharmacy viagra / is cialis dangerous / order viagra in australia