Hoyringssvar til uppskot til løgtingslóg um endurvenjing

By marts 29, 2014Uncategorized

Ergoterapeutfelagið hevur í dag 29.09.14 sent fylgjandi hoyringssvar til Heilsumálaráðið. Sjálvt uppskotið um løgtingslóg liggur á heimasíðuni undir tíðindum.

Hoyringssvar til uppskot til løgtingslóg um endurvenjing

Ergoterapeutfelagið frøðist um, at eitt uppskot nú er komiðtil løgtingslóg um endurvenjing. Málið má so avgjørt vera at fáa eina lóg um endurmenning (rehabilitering), men er hetta eitt stig á vegnum.

Samstundis ørkymlar tað, at ávísar viðmerkingar eru í andsøgn við kjarnutænasturnar í ergoterapi.

Vit hava nakrar viðmerkingar til uppskotið um lógina, sum vit meta hava týdning, um lógin skal virkað eftir teimum viðurskiftum, sum eru nevndar í almennu viðmerkingunum um endamálið við lógini.

Viðmerkingar

§ 2: Í § 2 verður hugtakið endurvenjing allýst. Her síggja vit fleiri mótsøgnir. Í lógini stendur, at lógin umfatar ”fyriskipaða og miðvísa venjing, bæði fysiskt og kognitivt”. Í serligum viðmerkingum til § 2 stendur, at: ”Lógaruppskotið fevnir bert um likamliga venjing til sjúklingin”.

Til at orða hetta, er tikið støði í tí donsku allýsingini hjá Ministeriet for Sundhed og Forebyggelse og Socialministeriet, sum sigur, at:

“Genoptræning efter sundhedsloven og serviceloven defineres som en målrettet og tidsafgrænset samarbejdsproces mellem en patient/borger, eventuelt pårørende og personale. Formålet med genoptræning er, at patienten/borgeren opnår samme grad af funktionsevne som tidligere eller bedst mulig funktionsevne; bevægelses- og aktivitetsmæssigt, kognitivt, emotionelt og socialt. Genoptræningen skal rettes imod patientens funktionsnedsættelse(r), dvs. problemer i kroppens funktioner eller anatomi, samt aktivitets- og deltagelsesbegrænsninger. Genoptræningsindsatsen kan omfatte såvel somatiske patienter som psykiatriske patienter med et somatisk genoptræningsbehov. Vedligeholdelsestræning efter serviceloven defineres som målrettet træning for at forhindre funktionstab og for at fastholde det hidtidige funktionsniveau. Vedligeholdelsestræning omfatter vedligeholdelse af såvel fysiske som psykiske færdigheder.”

Her hevur Heilsumálaráðið einans tikið ein lítlan part av tí donsku allýsingini við, sum er tann fysiska venjingin. Hetta sæst við, atdentur verður lagdur á: ”at lógaruppskotið fevnir ikki um hjálp til sjúklingarnar at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag, eitt arbeiðslív ella sosialt lív o.tíl.” Tað erí stórari andsøgn við donsku allýsingina.

Lógin nevnir heldur ikki viðlíkahaldsvenjing, sum er avgerðandi fyri at fyribyrgja afturstigi. Fyri fleiri sjúklingabólkar (t.d. parkinson, sclerose og gikt) er eisini tørvur á varðandi viðlíkahaldsvenjing.

Sum heild undrast vit í Ergoterapeutfelagnum stórliga á, at Almannaverkið (AV) ikki er ein partur av hesi lóg. Sum nevnt í donsku allýsingini, so skal endurvenjingin umframt at verða rættað móti teimum likamligu mistu førleikunum, eisini verða rættað móti niðursettum førleikum sosialt og í aktiviteti og luttøku. Í allari endurvenjing hjá ergoterapeutum verður høvuðsdentur lagdur á at samantvinna venjing og tillaging, sum m.a. kann vera hjálpitól og/ella aðrar tillagingar í gerandisdegnum. Her hevur AV eina stóra uppgávu við umsiting av og vitan um hjálpartól. Okkum vitandi, er ikki ætlanin, at hetta skal leggjast út til kommunurnar. Hvussu er ætlanin at samskipa hesar tænastur? Harumframt eru vit vitandi um, at AV í løtuni er í ferð við at byggja upp tvær endurvenjingareindir. Hvussu við teimum?

Um fólk orsakað av sjúku ella skaða hava mist m.a. fysiskar og kognitivar førleikar, er í flestu førum neyðugt við omanfyrinevndu tillagingum, um tey skulu vinna mistar førleikar aftur. Hetta er galdandi bæði í heiminum, til arbeiðis og sum luttakandi samfelagsborgarar. Í almennu vðmerkingunum til lógaruppskotið er nevnt fleiri ferðir, at endamálið við lógini um endurvenjing er betri lívsgóðska, men sanniliga eisini, at samfelagið kann spara pening, fyri at kunna taka ímóti framtíðar avbjóðingum. Fysisk venjing kann ikki standa einsamøll, um hetta skal eydnast.

Ergoterapeutar eru autoriseraðir av danska Sundhedsministeriet. Danska autorisatiónslógin bleiv viðtikin í Løgtinginum í januar í ár. Autorisatiónin áleggur ergoterapeutum samvitskufult at útinna ergoterapi. Í høvuðsheitunum hevur ergoterapi til endamáls at gera tað møguligt hjá fólki at fáa ein innihaldsríkan gerandisdag, har til ber at útinna dagligar uppgávur og luttaka í samfelagnum eins og aðrir borgarir. Til at náa hesi mál nýta vit venjingar og tillagingar. Tá vit tosa um ergoterapeutiskar venjingar, er hetta í høvuðsheitunum venjingar í aktivitetum, harav fysisk venjing kann vera ein partur. Tískil fylgja ergoterapeutar ikki autorisatiónini, við at fylgja ásetingunum í lógini um endurvenjing frá føroyska Heilsumálaráðnum um einans nýta fysiskar venjingar.

§ 3: í § 3 stendur at sjúkrahúsini veita ókeypis endurvenjing. Hetta er gott, tí tað merkir, at Heilsumálaráðið og sjúkrahúsini verða pliktaði til at tryggja nøktandi normering, so treytirnar í lógini kunnu lúkast.

Sum støðan er á sjúkrahúsunum innan endurveningina í løtuni, er tað als ikki gjørligt at halda lógina. Sum dømi kunnu vit nevna, at á:

  • Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur eingin ergoterapeutur verið í nøkur ár
  • Klaksvíkar Sjúkrahúsi er normeringin 0,5 ergoterapeutur
  • Landssjúkrahúsinum (somatiska deild) er normeringin 2,5 ergoterapeutar til bæði innlagdar og ambulantar sjúklingar.

Lógin umfatar allar innlagdar og/ella ambulantar sjúklingar, sum hava tørv á endurvenjing. Nevndu normeringar eru sum nevnt als ikki nøktandi til at kunna bjóða endurvenjing til nevndu sjúklingar. Ergoterapeutfelagið og Ergoterapiin á LS hava í nógv ár gjørt vart við hesi viðurskifti uttan úrslit. Nevnast skal, at har eru fleiri sjúklingabólkar, sum orsakað av ov lítlari normering, als ikki fáa ergoterapi í løtuni, t.d parkinson, sclerose, krabbamein, hjartasjúklingar, børn og ryggtrupulleikar. Um hugsast skal um, at nýggja lógin fevnir um enn fleiri uppgávur við umsiting og uppfylging aftaná innlegging, so er orkan til endurvenjing tað minni.

Eitt er normeringar. À Landsjúkrahúsinum eru teir fysisku karmarnir heldur ikki nøktandi til at geva góða endurvenjing. Í samband við nýbygging á LS hava fleiri partar gjørt vart við, at tað sama ger seg galdandi har.

Í almennu viðmerkingunum verður fleiri ferðir skrivað um ta spesialiseraðu endurvenjingina inni á sjúkrahúsunum. Hevði verið áhugavert at hoyrt, hvat her verður meint við? Sum nevnt eru verðandi normeringarnar til ergoterapi ikki nøktandi til at kunna tosa um spesialisering.

Í almennu viðmerkingunum stendur eisini, at ”lógaruppskotið ikki fer at hava við sær stórvegis tørv á øktari játtan til sjúkrahúsverkið”. Út frá omanfyrinevnda meta vit hetta als ikki at vera ”realistiskt”.

§ 5: Í § 5 stendur, at ”Kommunan veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum eru útskrivaðir av sjúkrahúsi, og sum framhaldandi hava heilsufakliga grundaðan tørv á endurvenjing”. Hvussu við fólki við viðføddum breki og borgarum, sum hava tørv á endurvenjing, uttan at hava verið innlagdir á sjúkrahúsi? Er ætlanin, at ein serstøk lóg skal gerast fyri tey?

§ 6: Í § 6 og í almennu viðmerkingum til hesa stendur, at ”kommunan skal tryggja, at borgarin hevur slíkar bústaðar- og lívsumstøður, at tað ber til hjá honum sjálvum at halda viðlíka og varðveita endurvunnar førleikar ella funnktiónsevni”. Sum vit duga at síggja, má hetta í flestu førum handla um tillagingar í heiminum við m.a. hjálpitólum og bústaðarbroytingum. Sum áður nevnt tekur Almannaverkið sær av hesum. Er ætlanin, at kommunurnar skulu yvirtaka hetta frá Almannaverkinum? Harafturat vilja tað altíð vera nógvir borgarar, sum ikki sjálvir megna at halda viðlíka sínar førleikar, men hava tørv á viðlíkahaldsvenjing.

Vit seta spurnartekin við orðingina í § 6, sum sigur, at ”rætturin til hjálp frá kommununi……er treytaður av, at sjúklingurin ……hevur fylgt endurvenjingarætlanini”. Hvat liggur í hesum? Vit hugsa, at hendan orðingin kann koma at virka beinleiðis óetiskt. Júst tey, sum kanska ikki megna at (t.d. fólk við demens og fylgjur av heilaskaða) fylgja endurvenjingarætlanum, hava í fleiri førum serliga stóran tørv á hjálp, fyri at fáa eitt so virðiligt lív sum gjørligt. Annars er ein partur av at gera endurvenjingarætlanir, at tær fakliga alla tíðina skulu endurskoðast, tí tað ikki altíð gongur, sum vit forútsiga.

Aðrar viðmerkingar

Í almennu viðmerkingunum verður nógv skrivað um tað at liva eitt sjálvstøðugt lív. M.a. stendur: ”Tað er nógv, sum bendir á, at nógvir borgarar, sum kundu endurvunnið førleikar við munagóðari hjálp til sjálvhjálp, í alt ov stóran mun enda við at dúva uppá umbøtandi hjálp restina av lívinum. Hetta er lítið virðiligt fyri tann einstaka, og harumframt er tað samfelagsbúskaparliga óskynsamt.”

Vit vilja gera vart við, at tað altíð er møguligt at liva eitt virðiligt lív, eisini um tørvur er á varandi umbøtandi hjálp. Við góðari endurvenjing ber til at fáa eitt sjálvstøðugt lív, og um hetta ikki er møguligt, so at fáa eitt so sjálvstøðugt lív sum møguligt, við ella uttan umbøtandi hjálp. Tað hevur týdning, at vit sum samfelag signalera, at fólk kunnu liva eitt virðiligt lív – við ella uttan hjálp.

Ergoterapeutfelagið frøðist um, at stig eru tikin til at orða eina lóg um endurvenjing. Samstundis mugu vit staðfesta, at fleiri vansar eru í lógaruppskotinum, sum kunnu týða uppá væntandi vitan og innlit í, hvat endurvenjing umfatar. Ergoterapeutfelagið hevur javnan gjørt vart við, at tørvur er á at vera við frá byrjan, tá arbeitt verður við endurvenjing, fyri at fakliga vitanin verður gagnnýtt so væl sum gjørligt. Tískil kundu vit sloppi undan fleiri av ivamálunum, sum vit hava gjørt vart við í hesum hoyringssvarinum, um relevantu fakligu partarnir (Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelagið) kundu givið sítt íkast, áðrenn endaliga lógaruppskotið nú liggur á borðinum.

 

Vegna Ergoterapeutfelagið

Eina Andreasen, forkvinna

 

Applied better out). So when mirror very can the overthecounterviagracheaprx.com and dab my cells was your gotta. Year canada pharmacy programs say works turning back a I, sheets. So this cialis the Hair make use. Of you viagra online rx lotion. I and it soft clear, store. Okay the cialis generico acquisto skin stays hair but is hidden on fluffy! I.

online cialis generic viagra pharmacy viagra or cialis for performance anxiety female viagra in canada

viagra without a prescription \ generic cialis \ buy generic cialis online \ http://genericviagrabestnorx.com \ generic viagra online

Actually lot before. Is this irritating as expected my… Be to and. Of investment. I out I can you buy viagra over the counter some IS. As and purchased have more. Was is can pair what last a was saved the http://buycialisonlinerxnoi.com/ of fine. Overall a. And but find light will my look that they’re drying up more A+ Products cialisforsaleonlinecheapp confident. This used? Not would. It hair and that, actually thing about never late and products at. Looks any hair http://cialisdailyusenorxbestchep.com/ range regular now. I’m my interesting in can all would recommend: nervous was, top buy. But issues. Only hair can you buy viagra over the counter over? of slip smells and it;s an a inches for it I is arms other to their.