Uppskot til løgtingslóg um endurvenjing

By oktober 5, 2014Uncategorized

Hetta er sjálvt uppskotið til løgtingslóð um endurvenjing:

 

Løgtingsmál nr. xx/2014: Uppskot til løgtingslóg um endurvenjing

 

 Uppskot til løgtingslóg um endurvenjing

 § 1. Endamálið við hesi lóg er at betra um líkindini fyri, at ein og hvør borgari, sum orsakað av sjúku ella skaða hava verið fyri førleikamissi, kann endurvinna sínar mistu førleikar.

§ 2. Endurvenjing sambært hesi løgtingslóg umfatar fyriskipaða og miðvísa venjing, bæði fysiskt og kognitivt, við tí endamáli, at borgarin í størst møguligan mun kann endurvinna førleikar, sum viðkomandi hevur mist av sjúku ella skaða.

Stk. 2. Endurvenjing er tíðaravmarkað veiting, sum endar, tá staðfest verður, at líkindi ikki longur eru fyri, at førleikarnir kunnu batna við framhaldandi endurvenjing.

§ 3. Sjúkrahúsini veita ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava ein heilsufakliga grundaðan tørv á endurvenjing, og sum eru innlagdir ella fáa viðgerð á sjúkrahúsi í Føroyum, umframt til sjúklingar, sum eftir ávísing frá føroyska sjúkrahúsverkinum fáa viðgerð á sjúkrahúsi e.tíl. uttanlands.

Stk. 2. Í sambandi við endurvenjing sambært stk. 1 skal sjúkrahúsið í samráð við sjúklingin:

a)     gera eina endurvenjingarætlan,

b)    verkseta endurvenjing,

c)     gera støðumetingar og endurskoða endurvenjingarætlanina, til sjúklingurin hevur endurvunnið sínar mistu førleikar.

Harumframt skal sjúkrahúsið upplýsa sjúklingin um rættin til endurvenjing sambært hesi lóg.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um endurvenjing og endur-venjingarætlanir.

§ 4. Tá ið ein sjúklingur verður innlagdur, skal heilsustarvsfólk beinanvegin meta um og taka støðu til, hvørt sjúklingurin eftir viðgerð hevur tørv á og kann fáa gagn av endurvenjing.

Stk. 2. Endurvenjing kann bert verða veitt, um heilsustarvsfólk hevur staðfest ein tørv, og byrjar, so skjótt sum tað er ráðiligt í mun til heilsustøðuna hjá sjúklinginum.

§ 5. Kommunan veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum eru útskrivaðir av sjúkrahúsi, og sum framhaldandi hava heilsufakliga grundaðan tørv á endurvenjing.

Stk. 2. Endurvenjing verður veitt í samsvari við endurvenjingarætlanina, frá tí degi, sjúklingurin er útskrivaður. Kommunan skal fylgja teimum støðumetingum og endurskoðanum av ætlanini, ið verða gjørdar sambært § 3, stk. 2, litra c.

Stk. 3. Sjúkrahúsið veitir kommununum neyðuga vegleiðing í sambandi við yvirtøku av endurvenjing.

Stk. 4. Kommunurnar skipa seg í kommunal samstarvsøki og kunnu annars liva upp til sínar skyldur sambært stk. 1 við at keypa tænastur frá øðrum kommunalum samstørvum, áhugafeløgum ella privatum veitarum.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um skylduna hjá kommunum at veita endurvenjing, og um góðkenning og treytir í sambandi við keyp av tænastum sambært stk. 4.

§ 6. Tá ið endurvenjing endar, sbr. § 2, stk. 2, skal kommunan tryggja sær, at sjúklingurin hevur slíkar lívsumstøður, at tað ber til hjá honum sjálvum at halda viðlíka og varðveita endurvunnar førleikar.

Stk. 2. Rætturin til hjálp frá kommununi sambært stk. 1 er treytaður av, at sjúklingurin hevur tikið av tilboðnum um endurvenjing og hevur fylgt endurvenjingarætlanini.

§ 7. Avgerðir sambært hesi lóg kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum.

§ 8. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2015.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Ein borgari kann missa likamligar og andsligar førleikar orsakað av sjúku ella skaða, og harvið gerast meira ella minni óhjálpin. Í tann mun borgarin gerst óhjálpin, fær hann ella hon tørv á hjálp frá øðrum til at megna tað, sum borgarin áður megnaði sjálvur.

Fólk flest ynskja at kunna klára seg sjálv uttan at vera bundin av hjálp frá øðrum. At gerast óhjálpin av sjúku ella skaða, og harvið gerast bundin at hjálp frá øðrum, er tískil nakað, sum flestu fólk vilja sleppa undan. At megna at klára seg sjálvan er sostatt eitt týðandi virði fyri tann einstaka.

Fólk, sum eru óhjálpin, hava sum er, í ávísan mun, rætt til viðkomandi hjálp frá tí almenna. Hjálpin, sum tað almenna veitir, er í stóran mun umbøtandi (da: kompenserende), t.e. at borgarin fær hjálp og stuðul (praktiskt og/ella fíggjarligt) til tað, sum borgarin ikki (longur) megnar sjálvur.

Í ávísan mun verður eisini veitt ‘hjálp til sjálvhjálp’, sum merkir, at borgarin verður hjálptur til at endurvinna mistar førleikar, og soleiðis gerast minni bundin at umbøtandi hjálp. Við omanfyristandandi í huga er lítið at ivast í, at fólk, sum missa førleikar orsakað av sjúku ella skaða, heldur ynskja sær at endurvinna mistar førleikar, enn tey ynskja sær at gerast bundin at umbøtandi hjálp.

 

Munagóð hjálp til sjálvhjálp elvir til hægri lívsvirði hjá tí einstaka og teimum avvarðandi. Harumframt er munagóð hjálp til sjálvhjálp ein tíðaravmarkað veiting, meðan umbøtandi hjálp, sum útgangsstøði, skal veitast borgaranum restina av lívinum.

Hjálp til sjálvhjálp kann vera avgerandi fyri, at borgarin kann fáa eitt sjálvstøðugt lív uttan at vera bundin at øðrum fyri klára gerandisdagin og – kanska – arbeiðsdagin. Tilknýti til arbeiðsmarknaðin hevur stóran týdning fyri flestu fólk í arbeiðsvirknum aldri. At vera avskorðin frá arbeiðsmarknaðinum hevur, umframt fíggjarligar avleiðingar, stórar sosialar avleiðingar fyri tey flestu. Samanumtikið lækkar tað, at vera avskorðin frá arbeiðsmarknaðinum, lívsvirði hjá teimum flestu munandi.

Tað ber til at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum hóast bundin av umbøtandi hjálp. Men tað er einfaldari og lættari, um ein er sjálvhjálpin.

Samanumtikið er munagóð hjálp til sjálvhjálp betri enn umbøtandi hjálp, tað verið seg fyri tann einstaka (hægri lívsvirði) og fyri samfelagið. Fyri samfelagið merkir munagóð hjálp til sjálvhjálp í mun til umbøtandi hjálp 1) minni tørv á varðandi umbøtandi veitingum til óhjálpnar borgarar, 2) færri óarbeiðsfør, sum skulu hava fyritíðarpensjón og 3) fleiri arbeiðsfør, sum kunnu vera á arbeiðsmarknaðinum, og harvið leggja til landsbúskapin.

Tað er nógv, sum bendir á, at nógvir borgarar, sum kundu endurvunnið førleikar við munagóðari hjálp til sjálvhjálp, í alt ov stóran mun enda við at dúva uppá umbøtandi hjálp restina av lívinum. Hetta er lítið virðiligt fyri tann einstaka, og harumframt er tað samfelagsbúskaparliga óskynsamt.

Vit standa í eini støðu, har tey arbeiðsvirknu, orsakað av demografiskum viðurskiftum, gerast støðugt færri í mun til tey ikki-arbeiðsvirknu. Hetta spennir samfelagsbúskapin, tí støðugt færri arbeiðsvirkin skulu loysa somu ella vaksandi nøgd av samfelagsuppgávum, samstundis sum tað í høvuðsheitum bert eru tey arbeiðsvirknu, sum rinda til samfelagsraksturin. Samfelagsbúskaparliga er tað tí skynsamt at maksimera arbeiðsstyrkina (minimera talið á óarbeiðsførum í arbeiðsvirknum aldri) og minimera tørvin á sosialum veitingum (maksimera innsatsin við munagóðari hjálp til sjálvhjálp).

Samanumtikið er tørvur á eini strategiskari, tvørsektoriellari heildarætlan fyri endurmenning (rehabilitering), har endamálið er, við miðvísum og munagóðum innsatsum í øllum viðkomandi liðum, í størst møguligan mun at forða fyri 1) at fólk í arbeiðsvirknum aldri missa tilknýti til arbeiðsmarknaðin og 2) at fólk fáa tørv á varandi umbøtandi hjálp. Á henda hátt ber til at tryggja, at orka framhaldandi verður at hjálpa teimum, sum altíð koma at hava tørv á hjálp.

Hetta lógaruppskotið kann síggjast sum eitt fyrsta stig á leiðini til at fremja nevndu heildarætlan.

Orsøk til lógaruppskotið

Tað hevur leingi verið víst á, at tørvur er á betri tilboðum til fólk, sum orsakað av sjúku ella skaða fáa tørv á endurvenjing. Í 2002 var ein kanning gjørd, sum vísti stóran tørv á miðvísum tilboðum til fólk, sum vórðu rakt av apopleksi, og í 2007 var eitt álit skrivað, sum vísti á ónøktaðan tørv á endurvenjing til fólk við førleikatarni.

Ein trupulleiki, sum aftur og aftur verður víst á, er, at tvørrandi samband er ímillum spesialiseraðu endurvenjingina inni á sjúkrahúsunum, sum verður veitt í sambandi við innleggjan, og uppfylgjandi endurvenjing veitt aftaná útskrivan av sjúkrahúsið.

Tað er tíverri langt frá ókent, at fólk, sum eru komin væl fyri seg aftaná sjúku ella skaða, takkað verið munagóðari endurvenjing í sambandi við innleggjan á sjúkrahúsi, fáa afturstig, tá tey verða útskrivað, soleiðis at tey í nógvum førum mugu innleggjast aftur og aftur og kanska enda sum fyritíðarpensjónistar ella røktarsjúklingar, hóast tey við munagóðari uppfylgjandi endurvenjing aftaná útskrivan høvdu kunnað verið sjálvhjálpin og kanska verið før fyri at komið aftur í arbeiði.

Hetta er ógvuliga ónøktandi, fyrst og fremst fyri einstaka sjúklingin, men sanniliga eisini búskaparliga. Í ringasta føri er orkan, sum verður nýtt til at veita spesialiseraða endurvenjing í sjúkarhúsverkinum, burturspilt, um sjúklingurin ikki hevur møguleika fyri at varðveita og víðarimenna endurvunnar førleikar aftaná útskrivan.

Í 2009 tóku Føroyar undir við ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, har tað m.a. stendur:

“Limalondini skulu taka munadygg og hóskandi stig, harímillum stuðul frá javnlíkum, til tess at gera fólk, ið bera brek, før fyri at vinna sær og varðveita størst møguligt sjálvræði, fullan likamligan, sálarligan, sosialan og vinnuligan førleika og fullvegis part og luttøku í øllum lívsins viðurskiftum. Til at røkka hesum máli skulu limalondini skipa, styrkja og víðka víðfevndar menningar- og endurmenningartænastur og skipanir, serstakliga á heilsu-, starvs-, útbúgvingar- og almannaøkinum á slíkan hátt, at hesar tænastur og skipanir:

a. byrja so tíðliga sum gjørligt og byggja á tvørfakliga meting av tørvi og styrki hjá tí einstaka.

b. stuðla uppundir, at fólk, ið bera brek, eru við og verða tikin upp í samfelagið á allan hátt, eru sjálvboðnar og eru tøkar fólkum, ið bera brek, so tætt sum til ber egnum bústaði, eisini úti um landið.”[1]

Í samsvari við hetta boðaði landsstýrismaðurin í heilsumálum undir aðalorðaskiftinum um Heilsunýskipan í Løgtinginum á heystið 2013 frá, at hann vildi arbeiða fyri, at føroyingar fáa lógarfestan rætt til endurmenning. Hetta lógaruppskotið er ein týðandi liður í hesum arbeiði.

Endamálið við lógaruppskotinum

Endamálið við ætlaðu løgtingslógini er at betra líkindini fyri, at fólk, sum orsakað av sjúku ella skaða hava verið fyri førleikamissi, kunnu endurvinna mistu førleikarnar, soleiðis at tey í størst møguligan mun gerast sjálvhjálpin og, um talan er um fólk í arbeiðsvirknum aldri, fáa arbeiðsførleikan aftur.

Løgtingslógin verður undir myndugleikaøki Heilsumálaráðsins og veitir samsvarandi hesum rættindi til borgarar, sum fáa ella hava fingið viðgerð í heilsuverkinum. Talan er í høvuðsheitum um borgarar, sum hava verið innlagdir, ella sum hava fingið ambulanta viðgerð á sjúkrahúsi í Føroyum, og um borgarar, sum eftir ávísing frá føroyska sjúkrahúsverkinum hava fingið viðgerð á sjúkrahúsi e.tíl. uttanlands.

Lógin skal tryggja, at borgarar, sum eftir innleggjan ella ambulanta viðgerð á sjúkrahúsi hava tørv á tí, fáa hóskandi og nøktandi tilboð um endurvenjing, so skjótt sum tørvurin er staðfestur.

Tað áliggur sjúkrahúsunum at fyriskrivað endurvenjing eftir lógini. Tað áliggur ávikavist sjúkrahúsunum og kommununum at fyriskipa og verkseta endurvenjing alt eftir, um borgarin er innlagdur á sjúkrahúsi ella í ambulantari viðgerð, ella um sjúklingurin er liðgutviðgjørdur og útskrivaður . Tað áliggur sjúkrahúsunum at upplýsa og vegleiða borgaran um møguleikarnar fyri at fáa endurvenjing, herundir um veitingarskylduna hjá kommununum, ikki minst tá talan er um ambulantar viðgerðir, har vandi er fyri, at borgarin verður ‘mistur’ aftur, í somu løtu viðgerðin er liðug.

Ítøkiliga áliggur tað sjúkrahúsunum í sambandi við innlegging og/ella ambulanta viðgerð:

–       at upplýsa sjúklingin um rættin til endurvenjing sambært lógini, herímillum um veitingarskylduna hjá kommununi,

–       í samráð við sjúklingin at taka stig til, at gjørd verður ein endurvenjingarætlan fyri einstaka sjúklingin,

–       í samráð við sjúklingin at verkseta hóskandi og nøktandi endurvenjingartilboð í samsvari við endurvenjingarætlanina.

Ítøkiliga áliggur tað kommununum eftir útskriving ella í samband við verksetan av ambulantari viðgerð á sjúkrahúsi:

–       í samráð við sjúklingin at verkseta hóskandi og nøktandi endurvenjingartilboð í samsvari við endurvenjingarætlanina.

Endurvenjingartilboðið frá sjúkrahúsinum skal byrja, so skjótt sum tað út frá heilsufakligari meting er ráðilig og hóskiligt, og skal standa við, inntil sjúklingurin hevur endurvunnið so stóran part av mista førleikanum sum gjørligt.

Verður sjúklingurin útskrivaður, áðrenn málið við endurvenjingini er rokkið, skal kommunan, sum sjúklingurin býr í, yvirtaka endurvenjingina frá sjúkrahúsinum og halda fram við veitingini, inntil sjúklingurin hevur endurvunnið so stóran part av mista førleikanum ella funktiónsevninum sum gjørligt, við teimum endurvenjingarhættum og –háttaløgum, sum vanliga av viðkomandi fakfólki verða roknað fyri hóskandi og nøktandi.

Í sambandi við yvirtøku skal sjúkrahúsið veita kommununum neyðuga hjálp, vegleiðing og upplýsing, til tess at endurvenjingarveitingin kann halda fram á nøktandi hátt eftir útskriving.

Áðrenn endurvenjingartilboð endar, skal kommunan tryggja, at borgarin hevur slíkar bústaðar- og lívsumstøður, at tað ber til hjá honum sjálvum at halda viðlíka og varðveita endurvunnar førleikar ella funktiónsevni.

Kommunurnar skipa seg í kommunal samstarvsøki sambært løgtingslóg nr. 20 frá 7. apríl 2014 um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og kunnu annars liva upp til sínar skyldur sambært stk. 1 við at keypa tænastur frá øðrum kommunalum samstørvum, áhugafeløgum ella privatum veitarum.

Ummæli

Lógaruppskotið hevur verið til ummælis hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi, Landssjúkrahúsinum, Suðuroyar sjúkrahúsi, Læknafelag Føroya, Fysioterapeutfelag Føroya, Ergoterapeutfelagnum, MBF, Javna, Krabbameinsfelagnum, Kommunufelagnum, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagnum, Almannamálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Almannaverkinum, Landslæknanum og Sjúklingaráðnum.

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Fíggjarligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur væntandi ávísar fíggjarligar avleiðingar fyri landið og kommunurnar. Tað finnast eingi tøl fyri, hvussu nógv fólk í dag fáa tilboð um endurvenjing, sum tey sambært hesum lógaruppskotið høvdu havt lógartryggjaðan rætt til. Av tí sama finnast heldur eingi tøl fyri, hvussu nógv fólk í dag ikki fáa endurvenjing, sum tey sambært lógaruppskotinum høvdu havt rætt til. Tí er ógvuliga trupult at siga nakað um kostnaðin av uppskotinum. Tó kann sigast, at lógin væntandi fer at hava við sær, at fleiri fólk enn í dag fara at fáa fleiri veitingar í longri tíð enn í dag. Hartil kemur, at talan verður um lógarbundið virksemi.

Væntast má, at lógin fer at hava ein bruttokostnað við sær, men hinvegin er ikki vist, at samlaði nettokostnaðurin fyri lands- ella samfelagsbúskapin verður nevniverdur. Um fólk í minni mun missa tilknýtið til arbeiðsmarknaðin orsakað av sjúku ella skaða, um tilgongdin av fyritíðarpensjónistum av tí sama minkar og um miðaltyngdin á røktarsjúklingum minkar orsakað av munabetri endurvenjing, so vigar hetta uppímóti tí meirorku, sum skal setast av til tess at náa endamálinum við lógini.

Ein meting, sum byggir á tøl frá Danmarks Statistik yvir útreiðslur í Danmark til endurvenjing og viðlíkahaldsvenjing, vísir, at um donsku tølini verða umroknað til føroysk viðurskifti, eigur bruttokostnaðurin av løgtingslóg um endurvenjing at liggja eitt stað millum 10 og 15 mió. kr. árliga.

Heilsuverkið hevur í løtuni hesar útreiðslur til fysioterapi og ergoterapi:

 

Sjúkrahúsini
 Landssjúkrahúsið7,3 mió. kr.
 Klaksvíkar Sjúkrahús2 mió. kr.
 Suðuroyar Sjúkrahús1,3 mió. kr.
Heilsutrygd
 Veitingar0,5 mió. kr.
Tilsamans11,1 mió. kr.

Sum sæst í talvuni omanfyri hevur heilsuverkið í løtuni útreiðslur til fysio- og ergoterapi á umleið 11 mió. kr. árliga. Óvist er, hvussu stórur partur av hesi árligu útreiðslunum til fysio- og ergoterapi innan heilsuverkið verða nýttar til endurvenjing, sum er fevnd av hesum lógaruppskoti. Heldur ikki er greitt, hvussu nógv kommunurnar, sum er, nýta til endurvenjing, sum er fevnd av lógaruppskotinum.

Samanumtikið er ógvuliga trupult at siga, hvat lógin fer at hava við sær av øktum kostnað fyri land og kommunur, tí tað eru so nógv viðurskifti, meira og minni kend og mátilig, sum gera seg galdandi. Sannlíkt er tað tó, at lógaruppskotið ikki fer at hava við sær stórvegis tørv á øktari játtan til sjúkrahúsverkið, meðan tað fer at hava ávísan øktan kostnað við sær fyri kommunurnar.

Umsitingarligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar fyri sjúkrahúsini og fyri kommunurnar.

Fyri sjúkrahúsini er tað serliga kravið um, at allir sjúklingar, sum hava tørv á endurvenjing, skulu hava eina endurvenjingarætlan, sum kemur at binda orku til umsiting. Eisini upplýsingarskyldan, sum lógin áleggur sjúkrahúsunum mótvegis borgarunum, má væntast at binda nakað av umsitingarorku.

Fyri kommunurnar hevur lógin við sær nýggj krøv til umsiting, sum ikki er í dag. Avgerandi fyri veitingartrygdina verður eitt gott og smidligt samskifti millum einstaka kommunala veitaran og sjúkrahúsverkið. Eisini uppfylgjandi viðtalurnar koma at hava við sær nakað av umsiting, so sum at senda út innkallingar til borgarar um at koma til uppfylgjandi viðtalu.

Umhvørvisligar avleiðingar

Løgtingslógaruppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Hetta løgtingslógaruppskot er við til at uppfylla ásetingarnar í ST-sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Sosialar avleiðingar

Løgtingslógaruppskotið fer at hava við sær jaligar sosialar avleiðingar í tann mun, at fólk, sum annars høvdu verið í vanda fyri at mist tilknýtið til arbeiðsmarknaðin og enda sum fyritíðarpensjónistar, við nýggju lógini fáa eitt munabetri endurvenjingartilboð, enn tey møguliga annars høvdu fingið, og harvið í størri mun koma at varðveita sín arbeiðsførleika og sítt virkisføri.

Talva yvir avleiðingarnar av uppskotinum:

Fyri landið/
landsmyndug-
leikar
Fyri kommunalar myndugleikarFyri
pláss/øki í landinum
Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir
Fyri
vinnuna
Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar
JaJaNeiNeiNei
Umsitingarligar avleiðingarJaJaNeiNeiNei
Umhvørvisligar avleiðingarNeiNeiNeiNeiNei
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglurNeiNeiNeiJaNei
Sosialar
avleiðingar
   Ja 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

Til § 1. 

Endamálið við hesi lóg er at betra um líkindi fyri, at ein og hvør borgari, sum orsakað av sjúku ella skaða hevur mist likamligar og/ella kognitivar førleikar, kann endurvinna mistu førleikarnar, soleiðis at borgarin í størst møguligan mun gerst sjálvhjálpin aftur, og um talan er um fólk í arbeiðsvirknum aldri, fáa arbeiðsførleikan aftur. Er talan um fólk, sum ikki eru arbeiðsvirkin, er endamálið, at hesi í størst møguligan mun endurvinna rørsluførleika og mobilitet í mun til tað, sum tey høvdu áðrenn sjúkuna ella skaðan, ið elvdi til førleikamiss.

Ein og hvør borgari hevur rætt til veitingar sambært hesum lógaruppskoti, tað verið seg børn ella eldri fólk, øll eru fevnd av ásetingini.

Til § 2.

Í greinini verður hugtakið “endurvenjing” allýst. Við endurvenjing sambært hesi lóg er at skilja: fyriskipað, miðvís, likamlig venjing við tí endamáli, at borgarin í størst møguligan mun kann endurvinna førleikar, sum hann hevur mist av sjúku ella skaða.

Lógaruppskotið fevnir sostatt ikki um endurmenning ella á donskum: “rehabilitering”, men bert um endurvenjing ella á donskum: “genoptræning”. Tað vil siga, at lógaruppskotið fevnir ikki um hjálp til sjúklinginat fáa ein innihaldsríkan gerandisdag, eitt arbeiðslív ella sosialt lív o.tíl. Lógaruppskotið fevnir bert um likamliga venjing til sjúklingin, soleiðis at hann í størst møguligan mun endurvinnur sínar mistu likamligu førleikar.

Endurvenjing er tíðaravmarkað veiting, sum endar, tá staðfest verður, at líkindi ikki longur eru fyri, at førleikarnir kunnu batnað við framhaldandi endurvenjing.

Allýsingin í § 2 hevur støði í: “Vejledning om personlig og praktisk hjælp, træning, forebyggelse m.v. (vejledning nr. 2)” og “Vejledning om træning i kommuner og regioner, Ministeriet for Sundhed og Forebyggelse og Socialministeriet” (nr. 110 af 1.12.2009). Allýsingin av “endurvenjing” er í kap. 3.1. í síðstnevndu frágreiðing, og ljóðar soleiðis:

“Genoptræning efter sundhedsloven og serviceloven defineres som en målrettet og tidsafgrænset samarbejdsproces mellem en patient/borger, eventuelt pårørende og personale. Formålet med genoptræning er, at patienten/borgeren opnår samme grad af funktionsevne som tidligere eller bedst mulig funktionsevne; bevægelses- og aktivitetsmæssigt, kognitivt, emotionelt og socialt.

Genoptræningen skal rettes imod patientens funktionsnedsættelse(r), dvs. problemer i kroppens funktioner eller anatomi, samt aktivitets- og deltagelsesbegrænsninger. Genoptræningsindsatsen kan omfatte såvel somatiske patienter som psykiatriske patienter med et somatisk genoptræningsbehov.

Vedligeholdelsestræning efter serviceloven defineres som målrettet træning for at forhindre funktionstab og for at fastholde det hidtidige funktionsniveau. Vedligeholdelsestræning omfatter vedligeholdelse af såvel fysiske som psykiske færdigheder.”

Til § 3.

Við ásetingunum í hesari grein verður rætturin hjá sjúklinginum til endurvenjing frá sjúkrahúsverkinum staðfestur.

Sjúkrahúsini skulu veita ókeypis endurvenjing til fólk, sum hava ein heilsufakliga grundaðan tørv á endurvenjing, og sum eru innløgd ella fáa viðgerð á sjúkrahúsi í Føroyum, og til fólk, sum eftir ávísing frá føroyska sjúkrahúsverkinum fáa viðgerð á sjúkrahúsi e.tíl. uttanlands.

Við ”heilsufakliga grundaðan tørv” er at skilja, at eitt viðkomandi heilsustarvsfólk, t.d. ein lækni, ein fysioterapeutur ella ein ergoterapeutur, hevur mett, at ein sjúklingur hevur tørv á og kann fáa gagn av endurvenjing.

Av tí at treytin fyri at fáa veiting sambært hesi grein er, at sjúklingurin er innlagdur á sjúkrahús, er sjúklingurin samstundis fevndur av øllum ásetingunum í løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya, eisini av høvuðsregluni í § 6 um, at tað bert eru persónar, ið búgva her í landinum, ið hava rætt til ókeypis viðgerð frá sjúkrahúsverkinum, og at øll (bæði børn, vaksin og eldri) hava rætt til ókeypis viðgerð, undir hesum endurvenjing.

Í sambandi við endurvenjing áliggur tað sjúkrahúsunum at upplýsa sjúklingar um rættin til endurvenjing sambært hesi lóg, í samráð við sjúklingin at gera eina endurvenjingarætlan til tann einstaka, at verkseta endurvenjingartilboð, at gera støðumetingar og dagføra endurvenjingarætlanina.

Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um endurvenjingartilboð og endurvenjingarætlanir, herímillum hvussu endurvenjingarætlanir ítøkiliga skulu gerast.

Til § 4.

Tá ið ein sjúklingur verður innlagdur, skal heilsustarvsfólk beinanvegin meta um og taka støðu til, hvørt sjúklingurin eftir viðgerð hevur tørv á og gagn av endurvenjing. Talan skal í hesum førinum vera um, at sjúklingurin bæði hevur tørv á og eisini hevur gagn av endurvenjingini.

Endurvenjing kann bert verða veitt, um heilsustarvsfólk hevur staðfest ein tørv (smb. § 3, stk.1), og byrjar so skjótt sum tað er ráðiligt í mun til heilsustøðuna hjá sjúklinginum.

Treytin fyri at fáa tilboð um ókeypis endurvenjing er sostatt, at talan er um heilsufakliga grundaðan tørv á endurvenjing, t.e. at eitt viðkomandi heilsustarvsfólk, t.d. ein lækni, ein fysioterapeutur ella ein ergoterapeutur, hevur mett, at ein sjúklingur hevur tørv á og kann fáa gagn av endurvenjing. Endurvenjing verður veitt, so skjótt sum tørvur á endurvenjing er staðfestur.

Til § 5.

Við ásetingunum í hesari grein verður rætturin hjá sjúklinginum til endurvenjing frá kommununum staðfestur.

Kommunan veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum framhaldandi hava heilsufakliga grundaðan tørv á endurvenjing, og sum eru útskrivaðir av sjúkrahúsinum.

Við “kommunu” er at skilja tann bústaðarkommunan, har tann í fólkayvirlitinum skrásetti bústaðurin hjá borgaranum er. Víst verður í hesum sambandi til § 2 í løgtingslóg nr. 20 frá 7. apríl 2014 um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., har ásett verður, at heimatænasta, eldrarøkt v.m. verður lagt út til hvørja kommunu sær, og at økini verða umsitin av kommununum í felag í kommunalum samstørvum, sbr. § 4 í lógini.

Við ”heilsufakliga grundaðan tørv” er at skilja, at eitt viðkomandi heilsustarvsfólk, t.d. ein lækni, ein fysioterapeutur ella ein ergoterapeutur, hevur mett, at ein sjúklingur tørv á og kann fáa gagn av endurvenjing.

Við “útskrivaður” er at skilja tann dagin sjúklingurin fer av sjúkrahúsinum, eftir at hava verið innlagdur til viðgerð. Um sjúklingurin av sjúkrahúsinum verður ávístur til sersjúkrahús ella líknandi uttanlands, er hetta ikki at meta sum, at viðkomandi sjúklingur er “útskrivaður”. Sjúklingurin er heldur ikki at meta sum “útskrivaður”, um hann er í ambulantari viðgerð á sjúkrahúsinum.

Verður ein sjúklingur útskrivaður, áðrenn málið við endurvenjingini á sjúkrahúsi er rokkið, skal kommunan, sum sjúklingurin býr í, yvirtaka endurvenjingina frá sjúkrahúsinum. Kommunan skal í hesum sambandi veita endurvenjingartilboð í samsvari við endurvenjingarætlanina, ið er gjørd á sjúkrahúsinum.

Kommunan yvirtekur endurvenjingina frá sjúkrahúsinum sama dag, sum sjúklingurin er útskrivaður av sjúkrahúsinum. Hendan áseting skal tryggja, at endurvenjingartilboðið ikki dettur niðurfyri, tá ið sjúklingurin verður útskrivaður av sjúkrahúsinum, men at endurvenjingartilboðið heldur áfram uttan steðg.

Sjúkrahúsið veitir kommununum neyðuga vegleiðing í sambandi við yvirtøku av endurvenjingartilboði frá sjúkrahúsinum. Sjúkrahúsið skal í hesum sambandi upplýsa avvarðandi kommunu um, hvat liggur í endurveningartilboðnum hjá einstaka sjúklinginum, hvørja endurvenjing viðkomandi longu hevur fingið og hvat restar í v.m. Eisini skal sjúkrahúsið upplýsa avvarðandi kommunu um, nær støðumeting verður gjørd av endurvenjingartilboðum, og nær tilboðið verður endurskoðað.

Kommunurnar skipa seg í kommunal samstarvsøki sambært løgtingslóg nr. 20 frá 7. apríl 2014 um kommunalt samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og kunnu annars liva upp til sínar skyldur sambært stk. 1 við at keypa tænastur frá øðrum kommunalum samstørvum, áhugafeløgum ella privatum veitarum.

Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um skylduna hjá kommunum at veita endurvenjing, og um góðkenning og treytir í sambandi við keyp av tænastum.

Til § 6.

Tá ið endurvenjing endar, sbr. § 2, stk. 2 í hesi lóg, skal kommunan tryggja sær, at sjúklingurin hevur slíkar lívsumstøður, at tað ber til hjá honum sjálvum at halda viðlíka og varðveita endurvunnar førleikar.

Rætturin til hjálp frá kommununi sambært stk. 1 er treytaður av, at sjúklingurin hevur tikið av tilboðnum um endurvenjing, og hevur fylgt endurvenjingarætlanini.

Til § 7.

Áseting um kærumyndugleika.

Til § 8.

Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2015. Hetta soleiðis at neyðug fígging kann fáast til vega á fíggjarlógini fyri 2015 til tær útreiðslur, ið standast av lógaruppskotinum.

 

Heilsumálaráðið, xx. september 2014

 

Karsten Hansen

landsstýrismaður

/Turid Arge

 

[1]Grein 26, nr. 1 í Sáttmála sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek