Útbúgvingar

Ergoterapeutútbúgvingin er ein víðari heilsu útbúgving, har tú verður professiónsbatchelorur í ergoterapi. Útbúgvingin tekur 3,5 ár og skiftir ímillum teori og praksis. ´Tú hevur rætt til SU meðan tú lesur.

Útbúgvingin gevur tær nógvar møgulleikar:

  • Tú kanst velja ímillum at arbeiða við børnum, vaksnum ella gomlum.
  • Tú kanst arbeiða við sjúkum ella frískum fólkum.
  • Tú kanst arbeiða við fyribyrging og heilsufremjan.
  • Tú kanst arbeiða við arbeiðsumhvørvi og rehabilitering/uppvenjing.
  • Tú kanst velja ímillum at arbeiða á privata ella almenna arbeiðsmarknaðinum.
  • Útbúgvingin gevur tær rætt til víðariútbúgving á kandidat- og master støði. Eisini ber til at specialisera seg innan ymisk øki, og gevur tað tær sum ergoterapeuti høvi til at velja ymisk umráði innan fakið, sum hóska júst til tína støðu og áhugamál.
  • Sum ergoterapeutur kanst tú leggja ætlan, útinna, eftirmeta og skjalprógva ergoterapeutiskar uppgávir innan t.d. heilsufremjan, sjúkufyribyrging og rehabilitering.