Skriva tann
16. desember 2011 av
eina
Tann europeiska ergoterapikongressin verður í Stockhol 24.-27. mai. Ein góður møguleiki hjá øllum ergoterapeutum, um vit ynskja at fylgja við í, hvat hendir innan okkara fak í Europa.
Um onkur av tykkum ergoterapeutum eru áhugaðið í at fara, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Ergoterapeutfelagið.
Her er eitt link til heimasíðuna hjá COTEC 2012
http://www.cotec2012.se/
Skriva tann
13. desember 2011 av
eina
Undirritaðu feløg vilja við hesi yvirlýsing staðiliga mótmæla ætlanunum um at broyta skattingina av eftirlønum soleiðis, at inngjøld verða skattaði heldur enn, sum í dag, útgjøld.
Uppskotið, um at broyta skattingina av eftirlønini, er í greiðari andsøgn við pensjónsnýskipanina, sum allir politiskir flokkar hava tikið undir við. Høvuðsendamálið við pensjónsnýskipanini er at tryggja vælferðarsamfelagið, sum er undir hørðum trýsti, nú framskrivingar vísa, at talið av arbeiðsførum føroyingum verður hálverað næstu 30 árini.
Les meira »
Skriva tann
25. november 2011 av
suna
Skriva tann
25. november 2011 av
suna
Upplegg sum Turið Jacobsen helt á ráðstevnu hjá Javna um bústaðarviðurskifti 28. sept. 2011.
Hvussu kann vitanin hjá ergoterapeutum gagnnýtast til at skapa karmar og innihald, sum gera tað gjørligt hjá menniskjum við menningartarni at liva eitt so virkið, sjálvstøðugt og ynskiligt lív við neyðugum og meiningsfullum aktivitetum sum gjørligt?
Les meira »
Skriva tann
25. november 2011 av
suna
Altjóða ergoterpidagin 28. oktober vóru yvir 20 ergoterapeutar samlaðir í Jákupsstovu, og soljóðandi grein var send fjølmiðlunum:
Aktivitetur og luttøka fyri øll.
Hvussu skapa vit umstøður, so at øll, uttan mun til heilsu, aldur og brek, kunnu liva eitt so innihaldsríkt og virkið lív eftir egnum fortreytum, sum gjørligt?
Hetta ergoterapeutiska kjarnuøkið var høvuðsevnið altjóða ergoterapeutiska dagin tann 27. oktober. Dagurin, tá ergoterapeutar um allan heim gera vart við heilsufremjandi og fyribyrgjandi týdningin av at vera virkin og gera vart við rættin hjá øllum menniskjum uttan mun til heilsu, aldur, bústað og brek at vera virkin og at luttaka í øllum samfelagsviðurskiftum.
Les meira »
Skriva tann
25. november 2011 av
suna
Grein hjá Einu Andreasen, forkvinnu, í bløðunum í sept. 2011:
Ber til at økja um lívsgóðsku og samstundis spara pengar?
Jú hetta er prógvað í londunum rundanum okkum, og svarið er gerandis-rehabilitering. Í Fredericia hava tey roynt hetta síðani 2008, og lesast kann meira um tað á: http://www.fredericiakommune.dk/EgetLiv/topmenu/forside/
Umboð fyri Ergoterapeutfelagið hava verið til tað árliga Nordic Forum fyri formenn og næstformenn úr norðurlendsku Ergoterapeutfeløgunum, hesaferð í Reykjavík. Hetta gevur okkum gott innlit í, hvat gongur fyri seg í londunum rundanum okkum, tá vit tosa um møguleikar og rættindi hjá øllum borgarum at liva eitt virkið lív, hóast niðursettar førleikar vegna sjúku ella brek.
Les meira »
Skriva tann
16. juni 2011 av
suna

f.v Turið Jacobsen, Vigdis Nolsøe, Eina Andreasen, Róhild Winther og Súna Mørk
Á aðalfundinum hjá Ergoterapeutfelagnum stóðu Hanna á Reynatúgvu, Irdi Danielsen og Róhild Winther fyri valið. Hanna og Irdi ynsktu ikki at stilla uppaftur. Nývald í nevndini eru Vigdis Nolsøe og Eina Andreasen.
Nýggja nevndin hevur nú skipa seg og sær soleiðis út:
Eina Andreasen, forkvinna, Súna Mørk, næstforkvinna, Róhild Winther, Turið Jacobsen og Vigdis Nolsøe allar nevndarlimir
Ergoterapeutfelagið takkar Honnu á Reynatúgvu og Irdi Danielsen fyri arbeiði tær hava gjørt fyri felagið.
Eina serliga heilsan og tøkk fær Hanna á Reynatúgvu frá Ergoterapeutfelgnum, nú hon hevur valgt at gevast við nevndararbeiði eftir at hava sitið sum forkvinna, síðani felagið varð stovnað fyri 25 árum síðani. (Súna)
Skriva tann
18. februar 2011 av
suna

fv. Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður og Hanna á Reynatúgvu, forkvinna í Ergoterapeutfelagnum
Sáttmálin millum Ergoterapeutfelagið og Heilsmálaráðið um privatstarvandi ergoterapeutar, undirskrivaður.
Umsíðir komu partarnir á mál, við sáttmálanum millum Ergoterapeutfelagið og Heilsumálaráðið um privatstarvandi ergoterapeutar.
Tá ið saman um kemur eru vit í Ergoterapeutfelagnum nøgd og fegin um, at okkara fyrsti sáttmála á tí privata økinum nú er undirskrivaður. Tað hevur ikki verið nøktandi, at tað hevur tikið so langa tíð, men ymiskir faktorar hava verið orsøkin til tað.
Okkara vón er nú, at tey børn sum hava tørv á Ergoterapi, kunnu halda áfram við viðgerðini og ella fáa ein ávísingarseðil frá kommunulækna til Ergoterapi
Lesið sjálvan sáttmálan niðanfyri
Les meira »
Skriva tann
8. februar 2011 av
suna
Ergoterapi er eitt tilboð til menniskju, sum av ymiskum orðsøkum hava trupult við at útføra dagligt virksemi ella eru í vanda fyri at fáa tað. Ergoterapi kann gerast viðkomandi gjøgnum øll tíðarskeið í lívinum.
Støði í ergoterapi er, at heilsa og virksemi hongur saman og ávirkað hvørt annað.
Endamálið er eitt lív við egnum forteytum, ynskjum og møgulleikum.
Virksemi er snúningsdepilin
Endamálið við viðgerðini er, at menniskju, sum eru sjúk/ella hava niðursettar førleikar orsakað av breki/sjúku endurvinna likamligu, sálarligu og sosialu førleikarnar, sum eru neyðugir fyri at megna gerðandisligt virksemi og virkna luttøku í samfelagnum.
Venjingin er við virksemi, sum fremur og mennur teir førleikar, sum tann einstaki hevur tørv á.
Les meira undir slóðini “hvat er Ergoterapi”