Hvat er Ergoterapi?

Ergoterapeutar gera tað møguligt hjá fólki at liva eitt virkið lív og at luttaka í samfelagnum hóast sjúku og/ella brek.

Ergoterapeutar fáa gerandisdagin at virka
Ergoterapeutar gera tað møguligt hjá fólki at liva eitt virkið lív og at luttaka í samfelagnum hóast sjúku og/ella brek.

Nær er tørvur á ergoterapi?
Tá sjúka og/ella brek, ella umstøður í umhvørvinum forða fyri, at til ber at liva eitt virkið lív og luttaka í samfelagnum.

Hvat ger ergoterapeuturin?
Í samstarvinum við persónin byrjar ergoterapeuturin altíð við at spyrja: “Hvat hevur týdning fyri teg at kunna gera í gerandisdegnum?”

Svarið og aðrar ergoterapeutiskar kanningar eru grundarlagið fyri, hvussu arbeitt verður víðari. Arbeitt verður við at venja og leggja til rættis aktivitetirnar í gerandisdegnum. Harumframt verður umhvørvið tillagað, soleiðis at møguligt er hjá viðkomandi at útinna dagligu aktivitetirnar, sum hava týdning fyri júst hann.

Almenn heilsa

Ergoterapeutar kunnu arbeiða við at fremja heilsu við at gera tað møguligt hjá øllum borgarum at hava eitt virkið lív. Tá arbeiða ergoterapeutar m.a. við hjálpartólum, atkomuviðurskiftum, á endurútbúgvingar- og arbeiðsumhvørvisøkjum, á stovnum, bústovnum og privatum virkjum.

Barnaheilsa

Ergoterapeutar kunnu arbeiða við børnum og ungum á dagstovnum, skúlum, fríðtíðarskúlum, serskúlum- og stovnum, í barna- og ungdómspsykiatri og annars í nærumhvørvium hjá barninum.

Heilsa á eldraøkinum

Ergoterapeutar kunnu arbeiða við eldri í egnum heimi og nærumhvørvi, á uppvenjingar- og virkishúsum, dagtilhaldum og røktarheimum. Ergoterapeutar kunnu eisini arbeiða við eldri á sjúkrahúsum og á sereindum fyri fólk við demenssjúku.

Sálarlig heilsa

Ergoterapeutar kunnu arbeiða við fólkum, sum hava sálarligar trupulleikar, í heimi, nærumhvørvi og á arbeiðsplássum teirra; á psykiatriskum sjúkrahúsum og í økis- og sosialpsykiatriini.

Likamlig heilsa

Ergoterapeutar kunnu arbeiða við fólkum, sum hava likamligar trupulleikar, likamlig brek og sjúkur. Arbeitt verður í egnum heimi, nærumhvørvi og á arbeiðsplássum teirra; á rehabiliteringsmiðstøðum og á sjúkrahúsum.

Heilsa á arbeiðsplássum

Ergoterapeutar kunnu arbeiða við heilsu og fyribyrging á arbeiðsplássum m.a. innan arbeiðseftirlit og sum ráðgeving.

Fólkaheilsa

Ergoterapeutar arbeiða við fyribyrgjan av sjúku og við heilsufremjan á samfelags-, bólka- og einstaklingastøði.