Kvalitetur av hjálpartólaveiting út frá áskoðanini hjá teimum, sum hava hjálpartól
Høvuðsniðurstøðan av kanning hjá Turið Jacobsen, ergoterapeuti og master í heilsuvísund, er, at føroyingar, sum hava hjálpartól (HT), sum heild eru væl nøgdir við hjálpartólatænastuna. Tó kom ymiskt fram í kanningini, sum bendir á, at tørvur er á tillagingum fyri at betra um kvalitetin og nøgdsemið. Ergoterapeutfelagið stóð fyri verkætlanin, sum varð stuðlað av Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum. Dátueftirlitið gav loyvi til at gera kanningina.
HT kunnu hava stóran týdning í rehabilitering, við tað, at tey gera tað gjørligt hjá fólki við niðursettum førleikum at gera tað, sum tey hava tørv á og sum hevur týdning fyri tey, so at tey kunnu virka og luttaka í samfelagnum eftir egnum fortreytum.
Nógv verður granskað um HT-veiting úti í heimi. HT-veiting er bæði vitanar- og kostnaðartung í mun til tól, starvsfólk, goymslu v.m. og er sett saman av fleiri faktorum, sum í felag ávirka, hvussu væl HT-veitingin virkar. Afturvendandi altjóða tilmæli og granskingarúrslit eru, at skipanirnar, sum veita HT, skulu vera so einfaldar sum gjørligt, verða lagaðar til einstøku samfeløgini og verða lagdar til rættis út frá gransking. Dentur verður eisini lagdur á, at tað hevur stóran týdning fyri, hvussu væl HT-veitingin eydnast, at tey, sum hava HT, eru tikin við og hoyrd í allari gongdini at fáa HT. Eisini verður dentur lagdur á, at neyv meting verður gjørd av tørvinum út frá ynskinum hjá borgaranum, at borgarin fær vegleiðing og stuðul at brúka HT. Harumframt at uppfylging er týdningarmikil, serliga tá tørvurin broytist við tíðini, sum hann ger hjá børnum og ungum og fólki við progredierandi sjúkum.
Úrslitini frá hesari kanningini kunnu brúkast av føroyskum myndugleikum, fakfólki og teimum, sum brúka HT, til at meta um kvalitetin á HT-økinum og eftir tørvi brúkast í samband við tillagingar av økinum. Kanningin var landsumfatandi og umfataði fólk í øllum aldri, sum búðu í “egnum heimi” og varð gjørd í tíðarbilinum oktober 2020 – juni 2021. Turið Jacobsen gjørdi kanningina og savnaði dátur.
Hjálpartól og hjálpartólaveiting í Føroyum
Almannaverkið (AV), sum umsitur HT-veiting í Føroyum, veitir sambært deildarleiðaranum á AV-Hjálpartól árliga hjálpartól til gott 2.000 fólk í øllum aldri. Fakfólk í øðrum skipanum taka mangan lut í arbeiðinum at finna HT-loysnir til einkultu borgararnar og vegleiða í nýtslu, serliga tá talan er um ”einføld” HT og HT, sum tær skipanirnar hava servitan um. Skipanirnar eru t.d. Sjóndepilin, tey kommunalu eldrasamstørvini, sjúkrahúsini og Sernám. Sambært Almannamálaráðnum (2020) er ætlanin at eftirmeta HT-økið.
Ein lítil landsumfatandi kanning, sum Turið Jacobsen gjørdi í 2017 um úrtøku av ”einføldum” HT til eldri borgarar vísti, at hóast úrtøkan sum heild var góð, upplivdu nøkur onga ella lítla úrtøku, meðan onnur upplivdu góða úrtøku. Í kanningini vóru 52 luttakarir í aldrinum 69-93 ár, 15 menn og 37 kvinnur. Talan var um eina interventiónskanning, har luttakarirnir við baseline eyðmerktu gerandisaktivitetir, sum vóru truplir at gera. Luttakarirnir skoraðu aktivitetirnar í mun til týdning og trupulleika og fingu HT, sum kundu gera tað lættari at gera aktivitetin. Við uppfylging 3,5 mánaðir eftir, at tey høvdu fingið HT, skoraðu tey trupulleikan umaftur. Munurin millum baseline og uppfylging vísti úrtøkuna.
Umframt at kanningin vísti úrtøkuna, vísti hon, at nøkur av HT, sum luttakararnir høvdu frammanundan, ikki vórðu brúkt, at nakrir luttakarir søgdu seg ikki hava fingið vegleiðing í at brúka HT og at nøkur HT ikki vóru stillað inn, so at tey passaðu til brúkaran og staðið, har tey skuldu brúkast. Kanningin bendi út frá hesum á, at tað var neyðugt at kanna hesi og onnur viðurskifti á HT-økinum.
Við hesari kanningini varð sostatt bæði lagt afturat úrslitunum frá fyrru kanningini og skapt meir vitan um, hvussu HT-økið í Føroyum virkar út frá áskoðanini hjá HT-brúkarum.
Fokusið í hesari verkætlanini var øll sløg av HT, sum lætta um ella gera tað gjørligt hjá borgarum við niðursettum førleikum at gera tað, sum tey hava tørv á og ynskja at gera. Luttakararnir vóru fólk í øllum aldri við niðursettum førleikum, sum høvdu avbjóðingar við sær, sum hjálpartól kundu loysa. Orsøkin til niðursettu førleikarnar kann vera vanlukka (t.d. heilaskaði, lamni), viðfødd sjúka/brek (t.d. CP, vøddasvinn), neurologisk sjúka (t.d. Parkinson, Sclerosa, apoplexi), onnur sjúka (t.d. gikt, KOL), sjónstrupuleikar, kognitiv brek (t.d. demens, menningartarn). Kanningin umfataði alt frá ”einføldum HT” so sum baðistólar og rollatorar til kompleksar tøkniligar loysnir, t.d. el-koyristólar og samskiftistøkni og smærri bústaðarbroytingar, t.d. burturtøku av gáttum og stuðulshondtøk og gelendarar.
Kannað varð út frá áskoðanini hjá luttakarunum:
- Hvussu gongdin var at fáa HT frá tí, at byrjað var at søkja, til mann hevði fingið HT og komin í gongd við at brúka tey og hvørjar skipanir vóru partar av gongdini
- Hvørji HT luttakararnir høvdu
- Blivu HT brúkt og hvussu nógv
- Hvør var orsøkin til, at HT møguliga ikki blivu brúkt
- Hvussu mettu luttakararnir um kvalitetin av HT-veitingini
- Hvussu nøgdir vóru luttakararnir við HT-tænastuna
Leistur fyri kanningina
Verkætlanarleiðarin menti ein samrøðufrymli við einum kvantitativum leisti til kanningina. Umframt grundleggjandi upplýsingar um luttakararnar, innihelt frymilin spurningar og spurnarbløð um viðurskifti, sum sambært gransking og tilmælum vanliga eru partar av HT-veiting og sum hava týdning fyri, hvussu væl ein HT-veiting virkar. Harumframt blivu tvey spurnarbløð, sum eru ment til at kanna HT-veiting út frá áskoðanini hjá brúkarunum, brúkt. Tosað varð við luttakararnar eina ferð heima hjá teimum. Verkætlanarleiðarin spurdi og luttakarin svaraði. Fyri luttakarar undir undir 18 ár svaraðu foreldur, fyri luttakarar, sum orsakað av niðursettum kognitivum førleikum, t.d. demens, ikki megnaðu at svara sjálvi, hjálpti avvarðandi ella annar persónur, sum kendi viðkomandi væl, við at svara.
Frymilin innihelt:
- Hvør vísti luttakaran til kanningina.
- Grundleggjandi upplýsingar um luttakararnar.
- Hvørjar niðursettar førleikar og diagnosur høvdu luttakararnir (fleiri svarmøguleikar).
- Hvørjar skipanir vóru luttakararnir í samband við (fleiri svarmøgulleikar)
- Hvussu tað gekk fyri seg, tá tey fingu hjálpartólini (fleiri svarmøguleikar).
- Hvørji HT hava luttakararnir? (upplýsing frá luttakara og eygleiðing)
- Brúka luttakararnir HT og hvussu nógv (ein svarmøguleiki til hvørt tólið). Um tey ikki brúka tey, hvør er orsøkin til tað.
- Hvørjar aktivitetir brúka tey HT til (aktivitet og luttøka)?
- Samrøðafrymilin KWAZO, sum við 7 spurningum kannar, hvussu luttakararnir mettu um gongdina at fáa HT.
- Samrøðufrymilin QUEST, sum kannar, hvussu nøgd tey, sum hava HT, eru við HT og HT-tænastuna. Við loyvi frá teimum, sum hava ment QUEST, vórðu einans teir 4 spurningarnir, sum snúgva seg um tænastuna, brúktir.
Tað bar ikki til hjá AV-Hjálpartól at geva verkætlanarleiðaranum atgongd til yvirlit yvir, hvør hevði HT. Tí varð avtala gjørd við fakfólk, sum arbeiða í ymiskum skipanum, sum varða av fólki, sum hava hjálpartól (kommunal eldraøki, Sernámi, sjúkrahús, Sjóndepilin), at tey kunnaðu fólk um kanningina og spurdu hesi, um tey vildu vera við í kanningini. Um tey játtaðu, fekk verkætlanarleiðarin kontaktupplýsingar. Harumframt varð lýst eftir luttakarum á sosialum miðlum og AV sendi faldarar um kanningina saman við hjálpartólum.
Tabell 1 vísir, hvussu verkætlanarleiðarin fekk samband við luttakararnar. Tabell 2 lýsir luttakararnar – aldur, hvussu tey búgva, um tey fáa hjálp og hvat slag og hvar í landinum tey búgva.
Tabell 1 Tabell 2
Tabel 3 vísir, hvørji sløg av niðursettum førleikum luttakararnir høvdu og hvørjir komu oftast fyri og tabell 4 vísir, at luttakararnir høvdu frá einum til 11 niðursettar førleikar.
Tabell 3 Tabell 4
Tabell 5 vísir, hvat slag av diagnosum luttakararnir høvdu og hvørjar diagnosur komu oftast fyri. Ikki øll, 29, upplýstu diagnosu, 32 høvdu eina diagnosu, 29 høvdu tvær diagnosur, 7 høvdu tríggjar diagnosur og 4 høvdu fýra diagnosur.
Tabell 5
Luttakararnir høvdu fleiri svarmøguleikar uppá, hvønn tey høvdu verið í samband við, tá tey søktu um og fingu HT frá AV, tí at nøkur høvdu fingið hjálpartól meira enn eina ferð (figur 1). Svarini vístu, at 54 ferðir hjálpti fakfólk frá eldraøkjunum við at søkja, 42 ferðir luttakararnir ella avvarðandi sjálvi, antin við at kontakta AV beinleiðis ella við at kontakta onkra av hinum skipanunum, sum síðan hjálpti við at søkja. Viðvíkjandi sjóns-HT varð í øllum 13 førunum søkt gjøgnum Sjónsdepilin. Sjúkrahús hjálptu við at søkja 14 ferðir í samband við útskriving frá sjúkrahúsi. Luttakarin sjálvur ella avvarðandi søktu 12 ferðir beinleiðis frá AV-Hjálpartól og eina ferð hjálpti Sernám við at søkja.
Figur 1: hjálp at søkja
Levering snýr seg um, hvør kom við HT. Fleiri av luttakarunum høvdu fingið HT meira enn eina ferð. Tí vóru her fleiri svarmøgulleikar uppá. HT blivu í 78 ferðir leverað av posta ella flutningsfyritøku. AV-Hjálpartól kom við HT 21 ferðir, 13 ferðir heintaði luttakarin sjálvur ella avvarðandi hjálpartólini og 9 ferðir komu tey, sum hjálptu við at søkja, við HT.
Figur 2: levering.
Tá borgarin hevur fingið HT, verða tey at implementerað. Tað vil siga, at tey verða stillað inn, so at tey passar til persónin og umhvørvið, har tey skulu brúkast og persónurin fær vegleiðing í at brúka HT (figur 3). Út frá svarunum var 58 ferðir eingin vegleiðing frá fakfólki, so tey sjálvi ella avvarðandi stillaðu HT inn og funnu út av, hvussu tey skuldu brúkast. AV-Hjálpartól ella AV-Endurvenjing implementeraði 29 ferðir, 29 ferðir implementeraði fakfólk frá einum eldraøki og 7 ferðir implementeraði Sjóndepilin. Í svarunum kom fram, at tey í fleiri ikki høvdu væntað implementering frá fakfólki og vóru bara nøgd við, at tey høvdu fingið HT.
Nærum øll HT blivu brúkt (figur 4). Tey flestu, ella 282 HT, blivu brúkt hvønn dag, 116 HT blivu brúkt minst eina ferð um vikuna, 21 blivu brúkt meira enn eina ferð um mánaðin, 25 blivu brúkt minni enn eina ferð um mánaðin og 72 blivu ikki brúkt.
Figur 3: Implementering.
Figur 4: Brúk av hjálpartólum.
HT blivu bólkað eftir slagi av HT (figur 5). Teir størstu bólkarnir vóru HT til vesi og bað 110 HT, 87 gongu-HT og 85 sjónsHT. Í bólkinum við koyristólum og arbeiðsstólum vóru 49 HT og stuðulshondtøkum vóru 64 HT, við smá HT til húsarhald vóru 23 HT, til eginumsorgan vóru 38 HT og elektroniskir kalendarar og klokkur vóru 12 HT. Í bólkinum “annað” vóru 78 HT til røkt, røktarsengur, lyftir og pútur.
Figur 5: Slag av HT
Umframt at interwieva út frá spurnarblaðnum hugdi verkætlanarleiðarin at HT og eygleiddi, hvussu luttakarin brúkti tey. Í summum førum var eyðsýnt, at HT ikki vóru stillaði inn til luttakaran og/ella lagað til umhvørvið, har tað skuldi brúkast. Tá bjóðaði verkætlanarleiðarin sær til at royna at stilla HT inn, so at luttakarin kundi meta um, um tað gjørdi nakran mun. Tað vísti seg harumframt, at fleiri luttakarar ikki kendu allar funktiónirnar á t.d. rollatori, arbeiðsstóli og grípitong.
Ágóði og brúk av HT – aktivitet og luttøka.
Útsagnirnar um rollatorarnar vísa, at teir kunnu gera stóran mun bæði innandura og uttandura. Rollatorar bæði stuðla og gera tað trygt at flyta seg innandura og gera, at mann kann taka ymiskt við sær, so sum ein drekkamunn, hondarbeiði, lesnað v.m. Allir rollatorarnir høvdu setur av neti. Til nakrar hevði luttakarin fingið bakka, sum fæst sum tilhoyr til rollatorin og nøkur høvdu ongan bakka fingið og vistu ikki, at til bar at fáa bakka. Nøkur av hesum greiddu frá, at tað var trupult at flyta gløs, koppar og tallerkar trygt. Tey, sum brúktu rollatorin uttandura, greiddu frá, at hann gjørdi, at tey kundu keypa inn, ganga túrar, fara til sosial tiltøk og annars fara har, sum tey vildu. Fleiri, sum brúktu rollatorin uttandura, vóru glað fyri at kunna seta seg á setrið. Tó settu nøkur seg ikki á setrið, tí tað var ov høgt.
Nøkur brúktu ikki rollatorin. Orsøkirnar vóru í nøkrum førum, at tey ikki longur megnaðu at brúka rollatorin orsakað av versnaðum kropsligum og/ella kognitivum førleikum. Í øðrum førum høvdu tey ongantíð verið før fyri at brúka rollatorin ella høvdu ikki fingið vegleiðing í at brúka hann. Umhvørvið, har sum rollatorurin bleiv brúktur, ávirkaði harumframt, hvussu væl hann virkaði og hvussu nógv hann bleiv brúktur. Uttandura var serliga talan um brekkur, trappur, kantar og avmarkað pláss. Innadura tí at mann kláraði seg uttan, t.d. við at styðja seg framvið, ella tí at pláss ikki var fyri rollatori.
Tey, sum høvdu koyristól, høvdu hann antin, tí at tey ongan gonguførleika høvdu ella tí at tey vóru illa gongd. “Eg brúki koyristólin allastaðin, úti og inni. Eri virkin í samfelagnum og í frítíðini”. Tað var ymiskt, hvussu tey, sum høvdu koyristól orsakað av niðursettum gonguførleika, brúktu hann. Tey flestu brúktu hann til longri túrar og ørindi. Onkur helt seg ikki hava tørv á koyristólinum “eg brúki el-koyristólin sera lítið, bara onkuntíð til túrar í náttúruni, havi so at siga ikki tørv á honum”. Í onkrum førum var endamálið, at familjan skuldi kunna koyra eldri í familjuni við niðursettum gonguførleika túrar v.m. Í tí eina førinum var koyristólurin so tungur og trupul at brúka, at hann ikki bleiv brúktur.
Tey, sum høvdu høkjur, greiddu frá, at tær gjørdu tað trygt at fara ørindi, ganga túrar og sum heild at flyta seg úti og inni. Tann eini hevði royndir av, at tað gjørdi stóran mun, hvat slag av hondtøkum høkjurnar høvdu. Í einum føri kundi viðkomandi ikki brúka fýrapunktsstavin frá AV-Hjálpartól, tí at beinini á stavinum vóru ov stór, so hon datt um tey. Hon hevði sjálv keypt sær ein fýrapunktsstav við minni beinum, sum ikki komu í vegin, tá hon gekk.
Baðibenkur, vesi-hækkarar, songargreb og stuðulshondtøk eru HT, sum einans verða brúkt í heiminum. Hesi øktu í flestu førum nógv um tryggleikan og sjálvbjargni í samband við bað, vesi-vitjanir og at flyta seg trygt innandura. Tó vóru nøkur dømi um eldri fólk, sum ikki brúktu baðistólin, tí tey hildu seg ikki hava tørv, men høvdu fingið hann, tí at avvarðandi og onnur hildu, at tey høvdu tørv.
Tey flestu, sum høvdu arbeiðsstól, brúktu hann til at sita á, tá tey arbeiddu í køkinum, gjørdu hondarbeiði v.m. Onnur brúktu hann bara at sita á við spísiborðið, tí hann gjørdi tað lætt at førka seg til og frá borðinum. Í tveimum førum greiddu luttakararnir frá, at tey fingu ilt í lendan, tá tey sótu á arbeiðsstóli, sum tey nýliga høvdu fingið. Tey søgdu seg ikki hava fingið vegleiðing í at vinkla setrið, so at tað fyribyrgdi lendapínu, men høvdu sjálvi við hjálp frá familju stillað setrið, har úrslitið var, at tað økti um lendapínuna.
Samrøðufrymilin KWAZO (Kwaliteit van Zorg) varð brúktur til at kanna, hvussu fólk, sum hava HT, meta um ymisk viðurskifti í gongdini at fáa HT (tabel 4). Frymilin varð mentur við støði í gransking og tilmælum um HT-veiting í the Institute for Rehabilitation Research in The Netherlands í samband við, at tey endurskoðaðu HT-lóggávuna.
Spurningarnir:
- Atgongd: var tað altíð lætt at fáa samband við fakfólkini, sum veita HT?
- Kunning: Hvussu greið var kunningin um umsóknina og tær møguligu loysnirnar, sum fakfólkið, sum veitti HT, gav tær?
- Samskipan: Hvussu gott var samstarvið og samskiftið millum tey ymisku fakfólkini og skipanirnar, sum veittu HT?
- Vitan: Høvdu fakfólkini, sum veittu HT, nóg góða vitan?
- Effektivitetur: Varð umsóknin hjá tær avgreidd skjótt og effektivt?
- Luttøka: Varð hædd tikin fyri tínari áskoðan og ynskjum, tá HT varð valt?
- Vegleiðing: Fekst tú góða vegleiðing í at brúka HT?
Svarmøguleikar: “gott”, “hampiligt”, “ikki gott”, umframt møguliga stutta viðmerking.
Tey flestu hildu, at tænastan var góð á øllum økjum (tabel 4). Tey, sum hildu, at hon var hampilig ella ikki góð grundgóvu við, at tað var trupult at vita, hvar mann skuldi venda sær og tey máttu sjálvi leita sær kunning um, hvat tey kundu søkja um. Nøkur upplivdu, at tey sjálvi máttu kunna og vegleiða fakfólkini og at tað var tongt at persóni, hvussu góða kunning tey fingu. Nøkur greiddu frá, at tað ikki bleiv lurtað eftir, hvat tey søgdu. Tey flestu søgdu, at tey fingu HT inn um hurðina uttan vegleiðing í at brúka tey.
Tabel 4: KWAZO – meting av tænastuni í mun til kvalitetsindikatorar.
Samrøðufrymilin QUEST (the Quebec User Evaluation of Satisfaction with assistive Technology) varð brúktur at kanna nøgdsemi við HT-tænastuna (tabel 5). QUEST varð ment í Kanada í 2002 til at kanna nøgdsemi við HT og HT-tænastur. Tað hevur 12 spurningar, har 8 eru um HT og 4 eru um tænastuna, knýtt at HT. Hendan kanningin snúði seg um nøgdsemi við tænastuna og ikki HT. Við loyvi frá teimum, sum hava ment QUEST, vórðu tí einans teir 4 spurningarnir um nøgdsemi við tænastuna brúktir.
Spurningarnir: Hvussu nøgd/ur ert tú við:
- HT-tænastuna sum heild? (mannagongdir, tíðina, tað tók, v.m.)
- Umvælingar og service, sum tú fekst til HT? (viðlíkahald)
- Professionellu tænastuni, sum tú fekst í at brúka HT? (kunning, vegleiðing, stuðul).
- Uppfylgingina, sum tú fekst í samband við HT (framhaldandi support).
Svarmøguleikar: “sera nøgd”, “rættiliga nøgd”, “meira ella minni nøgd”, “ikki serliga nøgd”, “als ikki nøgd”, umframt møguliga stutta viðmerking).
Tey flestu vóru sera væl nøgd við HT-tænastuna sum heild, eisini tey, sum onga vegleiðing høvdu fingið og sjálvi høvdu prøvað seg fram, møguliga við hjálp frá familju. Nøkur fýltust á, at skipanin var stirvin, at tað tók óneyðuga tíð og at tað vóru ov nógvar skipanir, so mann ikki visti, hvør hevði ábyrgd av hvørjum. Fleiri svaraðu ikki uppá nøgdsemi við umvæling, tí tey høvdu ikki havt tørv á umvæling og viðlíkahaldi. Onkur vísti á, at tørvur var á vaktarskipan aftaná vanliga arbeiðstíð, tá alneyðug HT gingu fyri og at mann skuldi kunna lána eyka HT, tá alneyðug HT vóru til umvæling. Familja við barni við fjølbreki var illa nøgd við, at tey máttu av húsum við fleiri HT og barninum við breki, tá okkurt skuldi gerast við tólini, heldur enn, at fakfólk komu í heimið. Onkur lótu væl at uppfylgingini, at fakfólk fylgdi við, hvussu støðan var, onnur vildu ikki “klientgerast”, vildu heldur sjálvi kontakta skipanina, tá tørvur var. Annars vóru tey flestu ikki tilvitað um, at tað kundi vera gott við vegleiðing og uppfylging. Tá spurt varð um tað, søgdu tey flestu, at tað hevði verið gott, um onkur vegleiddi og fylgdi við støðuni.
Tabel 5: QUEST – nøgdsemi við hjálpartólatænastuna.
Samanumtøka
Kanningin vísti, at tey flestu HT blivu brúkt og at tey í fleiri førum gjørdu, at luttakarin kundi vera tryggur og sjálvbjargin og kundi virka og luttaka í egnum heimi, sosialum samanhangum og í samfelagnum sum heild. Tó vóru nøkur HT ikki brúkt, antin tí, at tey ongantíð høvdu riggað ella tí at persónurin var blivin verri fyri og ikki kláraði at brúka tey longur.
Harumframt vísti kanningin, at hjá fólki yngri enn 67 er alt samskiftið um HT beinleiðis við AV. Onkuntíð við AV-Hjálpartól og onkuntíð við AV-Endurvenjing. Nakrir av luttakarunum høvdu fingið HT í samband við, at tey blivu útskrivað frá sjúkrahúsi. Alt eftir aldri og slagi av HT, var sambandi tá við sjúkrahús og eitt av eldraøkjunum ella AV ella øll trý. Hjá fólki 67 ár og eldri var so at siga alt samskiftið um HT við kommunalu eldraøkini. Viðvíkjandi sjóns-HT var alt samskiftið við Sjóndepilin uttan mun til aldur. Tað vil siga, at fakfólk í eldraøkinum og Sjóndeplinum bæði kannaðu, hvønn tørv luttakararnir høvdu, funnu HT-loysn og hjálptu við at søkja og implementeraðu HT, tá tey vóru komin. Í yvir helvtini av førunum upplýstu luttakararnir, at tey onga vegleiðing høvdu fingið frá fakfólki í at brúka HT og at tey og familjan høvdu prøvað seg fram.
Bæði gransking og tilmæli um HT-veiting leggja dent á, at HT-skipanir skulu vera so einfaldar sum gjørligt og at tær eiga at lagast til einstøku samfeløgini. Hendan kanningin vísti, at umframt AV, sum játtar og veitir HT, eru aðrar skipanir týðandi partar av at veita HT í Føroyum. Út frá tilmælunum og gransking um HT-veiting setur hetta krøv til organisering og samstarv fyri at tryggja, at fíggjarliga og fakliga tilfeingið verður brúkt so væl sum gjørligt til gangs fyri samfelagið og einkulta borgaran. Í hesari kanningini, sum varð gjørd út frá áskoðanini hjá teimum, sum hava HT, góvu nøkur av svarunum ábendingar um, at HT-veitingin ikki var nóg væl samskipað millum AV-hjálpartól og hinar skipanirnar. Fyri at fáa neyvari vitan um tað, er tørvur á at kanna hetta út frá perspektivinum hjá ymisku skipanunum og fakpersónunum, sum eru partar av HT veiting í Føroyum.