Kunning
27
.
October 2025
World Occupational Therapy Day 2025

Í dag feira vit árliga heimsumfevnandi dagin fyri ergoterapi!
Ársins evni er "Ergoterapi í verki" og lýsir væl kjarnuna á tí arbeiði vit gera sum ergoterapeutar. Við at styrkja fólk í øllum aldri og við ymiskum førleikum til at taka virknan lut í teimum týdningarmiklu gerðum í gerandisdegnum, ið geva lívinum meining, samanhang og gleði.
Ergoterapi er meira enn bara endurvenjing, men snýr seg ikki minst um luttøku í gerandislívinum. Tað kann vera at hjálpa einum barni at klára seg betur í skúlanum, stuðla eldri borgarum at liva sjálvstøðugt, vegleiða onkran aftur til arbeiðis eftir skaða, ella at hjálpa fólki at laga seg til broytingar í lívinum.
